Munurin millum rættingarnar hjá "Nuuk"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s No need for both {{Commons}} and {{Commonscat}}. Removing {{Commons}}.
No edit summary
Linja 21:
|}
 
'''Nuuk''' ([[Danskt mál|Danska]] navnið er '''Godthåb'''. Fyrr eisini skrivað: ''Nûk'') er [[høvuðsstaður]] í [[Grønland]]i og hevur umleið 16 túsund íbúgvar (í [[2014]]). Tilsamans búgva 22.673 fólk í høvuðsstaðarkommununi [[Sermersooq kommuna|Sermersooq]]. Eins og allir grønlendskir býir liggur Nuuk fram við sjónum. Nuuk er størsti býur í [[Grønland]]i og [[høvuðsstaður]] landsins. Her eru landsstýrisskrivstovurnar og fyrisitingin, og her kemur Landstingið saman. Nuuk er nútíðarbýur í menning. Nógv fólk flytur av bygd til býin og vónar at fáa lut í vælferðini.
 
[[Noreg|Norski]] presturin, [[Hans Egede]], grundaði býin í [[1728]]. Bert 50 ár seinni var íbúgvaratalið rokkið upp um 1000. Nuuk hevur bæði flogvøll og tyrlupall. Flogvøllurin liggur bert eitt sindur uttan fyri býin, á einum øki, har heimsins elstu fjøll standa. Hildið verður, at tey ery meira enn 3500 milliónir ára gomul. Tann gamli býarparturin er niðri við [[Sjógvur|sjógvin]]. Her eru fleiri gomul, vøkur hús, og í einum teirra [[Forngripasavn Grønlands]] innivist. Á savninum fæst ein góð mynd av, hvussu tey baldust í forðum í hesum ísbarda landinum. Skamt frá teimum gomlu húsunum stendur standmynd av [[Hans Egede]]. Hann lítur oman yvir ta gomlu bygdina, har hann kendi hvørja steinpirru í túnunum. Hann varnast eisini alt tað nýggja, ið bygt verður millum dag og ár.