Munurin millum rættingarnar hjá "Sakaris Stórá"

Content deleted Content added
No edit summary
Mulder1982 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
{{Infobox/article/human}}
'''Sakaris Stórá''' ([[28. juli]] [[1986]]) úr [[Skopun]] er ein [[Føroyar|føroyskur]] filmsleikstjóri. Í desember 2012 vann hann tað allarfyrstu almennu føroysku filmsvirðislønina, sum var latin.<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/12/12/sakaris-vann-fyrsta-geytan Kringvarp.fo, Sakaris vann fyrsta Geytan]</ref> Virðislønin eitur Geytin, uppkallað eftir einum manni, sum varð nevndur Geytin, hesin maðurin ferðaðist kring oyggjarnar við filmum, sum hann so vísti í ymiskum bygdum. Tað var langt áðrenn fólk fingu sjónvarp. Sakaris hevur nomið sær filmslistarliga útbúgving í Noregi. Fyrst gekk hann eitt ár á film- og videolinjuni á Agder Folkehøgskole uttanfyri [[Kristiansand]], síðan helt hann fram í tvey ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole í [[Lofoten]]. Endaligi fráfaringarfilmur hansara á seinna skúlanum var ''Passasjeren''. Á sama skúla hevur Sakaris fyrr gjørt stuttfilmin ''Ikaros''<ref>[http://birkblog.blogspot.dk/2009/09/sakaris-stora-filmslistamaur-ur-skopun.html Birkblog.blogspot.dk] Sakaris Stórá, filmslistamaður úr Skopun</ref>. Sakaris var dagligur leiðari hjá Klippfisk frá august 2009 til mars 2010. Á heysti og vetri 2012 starvaðist hann sum lærari hjá [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]].<ref>[http://www.linkedin.com/pub/sakaris-stora/6a/687/59 Linkedin.com]</ref> Í 2014 var filmur hansara ''Vetrarmorgun'' boðin við til altjóða filmstevnuna í Berlin, sum var hildin í døgunum 6. til 16. februar 2014.<ref>[http://planet.fo/filmurin+vetrarmorgun+a+heimsins+storstu+filmsstevnu.html#.Us3ZemSovoo Planet.fo, Filmurin Vetrarmorgun á heimsins størstu filmsstevnu]</ref><ref>[http://www.berlinale-talents.de/campus/talent/sakarisfrisi-stora/profile Berlinale-talents.de]</ref> Filmurin Vetrarmorgun var tilnevndur tríggjar heiðurslønir, og hann vann eina av teimum, nevniliga virðisløn, sum ein altjóða dómaranevnd dømdi, og var tað í bólkinum fyri stuttfilmar, á enskum verður virðislønin nevnd: The Special ''Prize of the Generation 14plus International Jury''. Virðislønin er á2.500 2500 Evro[[Evra|evrur]], sum svarar til umleið 18.000 danskar krónur.<ref>[http://www.berlinale.de/en/das_festival/preise_und_juries/preise_generation/index.html Berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION]</ref>
 
== Stuttfilmar eftir Sakaris Stórá ==