Munurin millum rættingarnar hjá "Kolumbia"

Content deleted Content added
Linja 33:
Nógv veðurlagsbelti eru í Kolumbia, og tí ber til at hava ein ógvuliga fjølbroyttan [[Landbúnaður|landbúnað]]. Í mong ár var [[kaffi]] høvuðssútflutningsvøra landsins, og Kolumbia dyrkar, næst eftir [[Brasil]], mesta kaffi í heiminum. Tá ið berini eru hentað, verða tey latin í stórar kassar og sett at turka í [[sólin]]i. Av tí at kaffiprísurin alsamt er fallin á heimsmarknaðinum, hevur Kolumbia verið noytt at leggja dent á at dyrka aðra grøði til útflutnings, t.d. sukur, bananir, [[bummull]] og blómur. [[Olja|Oljuvinnan]] hevur fingið stóran týdning í búskapinum í Kolumbia, eftir tað at nógv olja varð funnin í ein landnyrðing úr [[Bogotá]]. Á oljureinsiverkum, sum tí í býnum [[Barrankuilla]], verður ráoljan gjørd til brennievni til [[bilar]] og [[Flogfar|flogfør]]. Eisini er nikkul funnið og ovurstórar kolalindir, tær størstu í [[Latínamerika]]. [[USA]], [[Týskland]] og [[Japan]] eru størstu handilsfelagar hjá Kolumbia.
 
== ASOdjaisohdAIsdSøga ==
 
dasdsad
 
Tá ið sponsku hertakararnir komu til Kolumbia í 1499, komu teir til eina siðmenning, sum átti ógvuliga nógv [[gull]]. Eisini hoyrdu teir um ein duldarfullan, horvnan bý, nevndur [[El Dorado]], har so nógv ríkidømi var, at tað bar av øllum viti, men hann er ikki funnin enn. Spaniamenn bygdu m.a. lívliga havnabýin, [[Cartegna]], í 16. øld. Haðan sigldu stóru sponsku galleónirnar til [[Evropa]], fullfermdar av dýrgripum, sum vóru stolnir frá indiánunum. Gomlu býarmúrarnir og glæsiligu stórmanshúsini og kirkjurnar standa enn; eisini mongu hervirkini, sum spaniamenn bygdu at verja seg fyri [[Sjórænarar|sjórænarum]] og álopum úr grannalondunum. Lítla bygdin, San Augustin, tætt við fjøllini suðuri í landinum er gitin fyri sínar gomlu steinmyndir. Standmyndirnar eru minst 800 ára gamlar, men vit vita lítið um fólkið, ið høgdi tær. Summir serfrøðingar halda staðin hava verið halgimiðdepil, har bygdarfólkið jarðaði síni deyðu og setti høggmyndirnar á leiðini.