Munurin millum rættingarnar hjá "USA"

Content deleted Content added
Linja 760:
 
=== Stjórnarskipan ===
[[Mynd:US_President_Barack_Obama_taking_his_Oath_of_Office_-_2009Jan20Donald_Trump_swearing_in_ceremony.jpg|thumb|right|250px|[[BarackDonald ObamaTrump]] er nummar 4445 í røðini av [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetum]], ið hava verið í USA. Hann bleiv valdur til forseta tann 20. januar 20092017.]]
Valdið í USA kann býtast í tríggjar partar: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Hetta [[Valdstríbýti|tríbýtið]] av valdinum hevði stóra ávirkan á amerikanska grund­lógarsmíðið við [[James Madison]] á odda. Hugsanirnar hjá Montesquieu (1689-1755) og John Locke (1632-1704) vóru týdningarmikil íblást­rarkelda hjá amerikansku grundlógarsmiðunum. Amerikanska grundlógin staðfestir í Grein 1 tríbýtið av valdinum: ''All legislative Powers herein granted shall be vested in a Congress of the United States, which shall consist of a Senate and House of Representatives''. Lóggevandi valdið hevur tí [[Kongressin í USA|Kongressin]] við [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] og [[Senatið í USA|Senatið]], útinnandi valdið er í hondunum á [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetanum]], og dømandi valdið liggur hjá dómstólunum. Harumframt hevur amerikanska stjórnarskipanin eitt íborið vatnrætt valdsbýti millum samveldið og londini. Forsetin er ikki bundin av einum meiriluta í Kongressini. Tí er tað eisini ofta vanligt, at t.d. [[Republikanski Flokkurin|republikanarar]] hava meiriluta í Umboðsmannatinginum ella/og í Senatinum, meðan forsetin er [[Demokratiski Flokkurin|demokratur]]. Lóggevandi valdið, Kongressin, og útinnandi valdið, forsetin, eru beinleiðis vald av fólkinum, tí hava vøldini bæði sjálvstøðugan fólkaræðiligan legitimitet. Í Umboðsmannatinginum sita 435 umboð, og eru hesi deild út á statirnar í mun til fólkatalið í statinum. Valskeiðið í Umboðsmannatinginum er einans 2 ár, og verður alt Umboðsmannatingið endurvalt samstundis. Í Senatinum eru 100 umboð, har hvør av teimum 50 statunum hevur 2 umboð í part. Valskeiðið í Senatinum er 6 ár, men ein triðingur av hesum umboðum standa fyri vali 2. hvørt ár.
[[Mynd:United_States_Capitol_west_front_edit2.jpg|thumb|right|250px|Lóggávuvaldið er soleiðis háttað, at tað er deilt í tvey kømur: eitt Umboðsmannating og eitt Senat. Saman verða hesi kallað Kongressin.]]