Munurin millum rættingarnar hjá "Jóanes Nielsen"

Content deleted Content added
HuginEide (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Busstop (kjak | íkøst)
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 1:
'''Jóanes Sekjær Nielsen''' ([[5. apríl]] [[1953]] í [[Tórshavn|Havn]]) varð føddur í [[Tórshavn|Havn]] í [[1953]], og har vaks hann upp. Hann hevur verið sjómaður og arbeiðsmaður. Eisini hevur hann starvast sum rithøvundur burturav. Jóanes hevur roynt seg í fleiri, ymiskum tekstasløgum. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, greinar og leikir. Hann lýsir m.a. verkafólkið og teirra lívstreytir, stættamun, kúgan og órættvísi. Hann er stundum speirekandi og satiriskur, men hann er eisini skemtandi og lívsjáttandi og lýsir inniligar og eymar kenslur. Fleiri av útgávunum hjá JóannesJóanes Nielsen eru útkomnar í [[Danmark]], m.a. skaldsøgurnar "Glansbílætasamlarnir" og "Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum". Sjónleikurin "Eitur nakað land week-end?" og yrkingasøvnini "Pentur" og "Kirkjurnar á havsins botni" eru eisini útkomin á donskum.<ref>[http://politiken.dk/kultur/boger/skonlitteratur_boger/ECE623208/janes-nielsen-mestrer-den-nordiske-magi/ Politiken.dk]</ref> Í desember 2012 gjørdi eitt av heimsins størstu forløgum, [[Random House]], avtalu um at útgeva skaldsøguna Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen á øðrum málum, í fyrstu syftu skal hon gevast út á týskum. Hetta er fyrstu ferð at ein bók hjá einum føroyskum rithøvunda verður útgivin av so stórum forlagi.<ref>[http://www.information.dk/telegram/320350 Information.dk] Færøsk forfatter får kontrakt med internationalt forlag</ref>
 
== Útgivið ==