Munurin millum rættingarnar hjá "Spania"

Content deleted Content added
Filip - drotning???
Linja 33:
Fyrst í [[11. øld]] var Spanianes lutað sundur ímillum [[Islam|muslimsk]] ríki sunnan fyri og í miðjuni og mong [[Kristindómur|kristin]] kongsríki norðanfyri. Í 1037 eydnaðist [[Fernando av Kastilia]] at fullfíggjað ta mál, pápi hansara hevði sett sær; at taka grannaríkið [[Léon]]. Men ikki fyrr enn í 1072 kendi sonur [[Fernandos Alfonso 6.]] seg so tryggan í sæti, at hann tordi at leggja á muslimsku ríkini fyri sunnan. Stríðið vardi í 400 ár, til síðsta muslimska kongsríkið, [[Granada]], mátti lúta í 1492.
 
Trý skip úr spanska rannsóknarflotanum, sum skuldu sigla kring [[jørðin]]a við [[Portugal|portugisiska]] sjófaranum [[Ferdinandi Magellan]] (1480-1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstóra [[Kyrrahav]]. Tey komu fram á tvær smáar polynesiskar oyggjar á vegnum. Onnur var [[Pukapuka]]. At enda kom Magellan til [[Guam]], størstu oynna á [[MarianoyggarMarianoyggjar|Marianoyggjum]], tá var manningin illa fyri, og nógvir vóru deyðir. 16. mars 1521 steig Magellan fótin á land á [[Filipsoyggjar|filipinsku]] oynni [[Samar, Filipsoyggjar|Samar]], og nakrar vikur seinni drupu uppøst fólk á oynni hann. Bera eitt skip við næsta sjóloytnanti Magellans, [[Sebastian del Cano]] (1486/1487-1526) sum skipara, kom heim aftur til Spania í [[september]] 1522, tá hevði tað fullført fyrstu siglingarferðina um knøttin. Og umsíðir var prógvað, at jørðin var rund.
 
Í 1931 noyddu spanskir lýðveldismenn [[Alfonso 13. kong]] í útlegd. Nýggja lýðveldisstjórnin førdi [[Sosialisma|sosialistiskan]] politikk og legði hald á góðseigarajørð og býtti út til bøndur og avmarkaði valdið hjá [[Kirkja|kirkjuni]] og herinum. Á valinum í 1936 fekk [[Sosialistiska Fólkafylkingin]] meiriluta. Tá gjørdu yvirmenn í spanska herinum, sum stuðlaðu fasistunum, uppreistur. Herovastin [[Francisco Franco]] gjørdist oddamaður teirra. Ræðuligt [[borgarakríggj]] brast á í landinum. [[Italia]] sendi herlið at hjálpa [[Francisco Franco|Franco]], og [[Týskland]] sendi honum hernaðarflogfør. [[Sovjetsamveldið]] sendi stjórnini pening og vápn, men í [[mars]] 1939 hevði [[Francisco Franco|Franco]] tikið meginpartin av Spania. Hann gjørdist einaræðisharri, og bara ein flokkur, [[Falengeflokkurin]], slapp at vera.
 
Eftir blóðugt [[borgarakríggj]] frá 1932-1939 tók einaræðisharrin [[Francisco Franco]] við og stýrdi øll árini til 1975. Eftirmaður hansara, [[Juan Carlos kongur 1.]], setti fólkaræði aftur í gildi. Nú á døgum er Spania sterkt ídnaðarland; mong fólk arbeiða eisini í landbúnaðinum, og ferðavinnan er í støðunum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar.
 
== Mentan ==