Munurin millum rættingarnar hjá "Wyoming"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 37:
== Landalæra ==
 
Stóri lutstaturin Wyoming er umgyrdur av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti [[Sjógvur|sjónum]]. Wyoming hevur mark við [[Montana]] í norðri, [[Idaho]] og [[Utah]] í vestri, Utah og [[Colorado]] í suðri, og [[Nebraska]] og [[South Dakota]] í eystri. Landslagið er fjølbroytt, her eru slættlendi, grasfløtur og høg fjøll í [[Rocky Mountains]]. Í Wyoming er [[fólkatættleiki]]n lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,08 persónar fyri ferkilometurin. Fólkatættleikin í t.d. bæði [[USA]] og [[Føroyum]] er 35/km2km².
 
Í Wyoming liggur tjóðarlundin [[Yellowstone National Park]]. Yellowstone liggur í útnyrðingshorninum á statinum, á markinum móti statinum Idaho. Økið alt er tjóðarogn og á stødd sum [[Sæland]], men tá er at minnast til, at tað eru fleiri onnur stór øki, sum eru friðað og hava mark við Yellowstone. Tilsamans er alt væl størri enn [[Danmark]]. Tjóðarlundin er tann fyrsta tjóðarlundin í [[USA]] og eisini tann fyrsta tjóðarlundin í øllum heiminum. Hon er 8987 km² til víddar. Har liva bæði bisonoksar, krúnhjørtar, [[Úlvur|úlvar]], bjarnir, [[Elgur|elgar]] og nógv onnur. Yellowstone Caldera er eisini í sama øki.