Munurin millum rættingarnar hjá "Washington DC"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 20:
|}
 
'''Washington, D.C.''' (alment '''District of Columbia'''), ofta eisini bara nevnt '''Washington''', er samveldishøvuðsstaður í [[USA|Sameindu Statunum]], og hevur umleið 632 000 íbúgvar. Hann varð bygdur til [[Høvuðsstaður|høvuðsstað]], eftir at landið varð sjálvstøðugt, og stendur beinleiðis undir felagsstjórnini. Hann er vakur býur við prýðiligum bygningum og vakstrargørðum. BYurin breiðir seg út við nógvum grønum blettum. Serliga úti við Hvítu Húsini, stjórnarbygningarnar, Frælsisvarðan og har eru eisini risasøvnini. Vegirnir eru breiðir og beinir. Borgin, sum [[Kongressin í USA|kongressin]] kemur saman í, eitur [[Capitol]]. Amerikanska kongressin hevur tvey kømur: [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] og [[Senatið í USA|Senatið]].
 
Washington DC varð grundaður [[16. juli]] [[1790]]. Býurin bleiv doyptur Washington [[9. september|9. septembur]] [[1791]] eftir [[George Washington]] forseta. Navnið hevur tveir partar: Washington (ein býur) og District of Columbia ella DC. Stjórnin í [[USA]] heldur til í Washington DC, har [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] og húski hansara búgva í [[Hvíta Húsið|Hvítu Húsunum]]. Her hava teir húsast t.d. [[George Washington]], [[Thomas Jefferson]], [[Abraham Lincoln]], [[Theodore Roosevelt]], [[John F. Kennedy]], [[Jimmy Carter]], [[Ronald Reagan]], [[Bill Clinton]], [[George W. Bush]] og [[Barack H. Obama]].