Munurin millum rættingarnar hjá "Sámal Soll"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 2:
'''Sámal Kristian Soll''' (føddur [[25. juni]] [[1977]] sum Sámal Kristian Jacobsen í [[Tórshavn]]) er ein føroyskur rithøvundur og formaður í [[Rithøvundafelag Føroya]] síðan 2014. Hann er útbúgvin cand. mag. í [[Enskt (mál)|enskum]]. Hann er elstur av 7 systkjum, vaks upp við Oyggjarvegin í Havn og flutti við familjuni til [[Hoyvík]]ar at búgva í 1984 og fór at ganga í Hoyvíkar skúla. Hann fór á studentaskúlan í Hoydølum, har hann tók prógv í 1997. Síðan fór hann niður til [[Aalborg]] at lesa enskt. Hann tók BA-prógv í enskum í 2001 og cand. mag. í enskum í 2004. Í 2007 fekk hann arbeiði í [[Føroya Banki|Føroya Banka]], og hevur hann eisini undirvíst í enskum í Hoydølum. Tær fyrstu stuttsøgurnar skrivaði hann, meðan hann gekk í Hoydølum. Í 2005 varð søgan "Ver ikki bangin" vald sum onnur vinnarasøgan í stuttsøgukapping, sum Bókadeildin skrivaði út. Árið eftir varð søgan givin út í søgusavni á 7 málum umframt føroyskum.<ref>[http://www.rit.fo/support rit.fo]</ref>
 
Hann hevði tríggjar stuttsøgur við í savninum Russiskur dansur, sum Dimmalætting gav út í 2001 og hevur týtt stuttsøgur úr [[Enskt (mál)|enskum]], eftir m.a [[Hemingway]], sum hava staðið í Skáanum og [[Varðin (tíðarrit)|Varðanum]]. Hann týðir gátubøkurnar í røðini Detektivstovan hjá Lassa og Maiu, sum [[Bókadeild Føroya Lærarafelags|Bókadeildin]] gevur út. Ein av hansara stuttsøgum er Glasbúrið, har hann kemur inn á samfelagsviðurskifti.
 
Í 2015 gav hann út stuttsøgusavnið Glasbúrið, ið er eitt savn við 19 stuttsøgum. Forlagið [[Sprotin]] gav út.<ref>[http://sprotin.fo/show_product.php?ProductId=671 sprotin.fo - Glasbúrið]</ref>