Munurin millum rættingarnar hjá "Svalbarð"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 18:
|}
 
'''Svalbarð''' (á [[Norskt mál|norskum]] ''Svalbard'') er [[Noreg|norskur]] oyggjaflokkur norðuri í [[Íshavinum]]. Svalbarð hevur umleið 2650 íbúgvar. Størstu búplássini eru [[Longyearbýur]]in, [[Barentsburg]] og [[Ný Ålesund]]. Skúlar eru á teim flestu búplássunum. Fyrr var stór loðdýraveiða í [[oyggj]]unum, men einasta vinna nú er námsvinna. [[Russland|Russar]] hava nøkur kolanám í [[Spitsbergen]]. Kanningarstøðir eru í oyggjunum. Sýslumaður stjórnar oyggjalandinum. Serstakar reglur eru í gildi, til dømis skal einki hervald vera. Lítil skattur fær arbeiðsfólk at fara til Svalbarðs. 60 prosent av Svalbarði eru undir jøklum. Skógur veksur ikki í [[arktis]]kum veðurlagi. Bara [[dýr]], sum hava lagað seg eftir viðurskifunum, eru har: [[hvítabjørn]], [[roysningur]], [[tjúrur]], [[kópur]], [[rípa]], [[fjallarevur]] og [[Reindýr|svalbarðsrein]]. Ansað verður væl eftir viðkvomu náttúruni. Ferðafólkini verða alt fleiri, og tey eru havd undir strongum eftirliti.
 
== Politikkur ==