Munurin millum rættingarnar hjá "Pi"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|280px '''Pi''' ella '''π''' er grikski bókstavurin p. Pi er eisini ein sonevndur matematiskur konstan..."
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Pi-unrolled-720.gif|thumb|right|280px|Tallinja við π.]]
'''Pi''' ella '''π''' er [[Grikska alfabetið|grikski]] bókstavurin [[p]]. Pi er eisini ein sonevndur matematiskur konstantur sum tú brúkar í ymsum sambondum í [[støddfrøði]]ni. Lutfallið ímillum tvørmát og ummál er tað sama í øllum [[Sirklar|sirklum]]. Hetta lutfall nevna vit π. Onkuntíð verður π sett javnt við {{math|{{sfrac|22|7}}}} ella '''3,14'''. Tað er ikki endaliga [[tal]]ið, tað ber til at seta óendaliga nógv tøl aftanfyri kommaið. Í ár túsundir hava fólk grundað yvir talið pi - fyrsti [[bókstavur]] í orðinum ''periphereia'' (umfar). Bábylonar kendu eitt rættiliga neyvt virði: <math>3</math> {{math|{{sfrac|1|8}}}} og [[Egyptaland|egyptar]] eitt annað: {{math|{{sfrac|256|81}}}}. Tann framúrskarandi [[Grikkaland|grikski]] støddfrøðingurin, [[Arkimedes]], roknaði π ógvuliga neyvt, tá ið hann nýtti ein innskrivaðan 96-hyrning. Arkimedes fekk π at liggja ímillum {{math|{{sfrac|22|7}}}} og {{math|{{sfrac|223|71}}}}. Síðani eru útrokningarnar vorðnar neyvari og neyvari. Í 1420num roknaði [[Arábar|arábin]], [[Ulugh Beg]] (1394-1449), π við 16 desimálum, í 1853 [[Bretland|bretin]], [[William Shanks]] (1812-1882) við 707 desimálum. Og ídag kunnu [[teldur]] rokna π við meiri enn 1 millión desimálum.