Munurin millum rættingarnar hjá "Skerpikjøt"

Content deleted Content added
No edit summary
Mimir22 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Skerpikjøt (2).jpg|thumb|Skerpikjøt]]
[[Mynd:Akrar.restkjøt.6.jpg|thumb|]]
'''Skerpikjøt''' er [[føroyskur matur]]. Tað er tjógv ella bógvur av [[Seyður|seyði]], sum verður hongt í ein [[Hjallur|hjall]] at turka í fleiri mánaðir. Kjøtið verður fyrst visnað, síðan ræst, og at enda turt. Smakkurin er tengdur at ymiskum faktorum so sum veðurlagi og hvussu góður hjallurin er. Ein trupulleiki, ið ansast má eftir, meðan kjøt hongur í hjalli og turkar, eru skinnflugurnar[[Skinfluga|skinflugurnar]]. Tær mugu ikki fáa loyvi at komasleppa nær kjøtinum og leggja eggat harvíggja, tí so kemur maðkur í, og kjøtið verður tá ikki etandi. Tað skal helst vera kalt í veðrinum um heystið, tá slaktið er fyri, tí tá eru ongar flugur. Er tað lýtt í veðrinum, eru flugur, og so má ansast væl eftir at halda teimum frá kjøtinum. Í [[Føroyar|Føroyum]] er ikki vanligt at eta visnað kjøt, man bíðar antin til kjøtið er blivið ræst ella til tað er turt. Ræst kjøt verður kókað ella stokt. Turt kjøt verður etið, sum tað er, tað verður ikki kókað ella stokt. Tá talan er um fisk, tvøst og um ávís sløg av fugli, so verða hesi havd til matnaðmatna í øllum trimum støðum: visnað, ræst ella turt.<ref>[http://www.gransking.fo/get.file?ID=884 Gransking.fo, Færøsk madkultur, En oversigt, Jóan Pauli Joensen]</ref> Tað er tað turra seyðakjøtið, sum verður nevnt skerpikjøt. Tað verður eisini nevnt turt kjøt. Skerpikjøt verður etið á ymiskan hátt, tað kann verða etið sum viðskeri upp á rugbreyð, drýl ella franskbreyð, tað kann etast afturvið kókaðum eplum, tað er tó ikki so vanligt. Skerpikjøt er eisini ofta at finna í sjálvtøkuborðum, sum eru vanlig at brúka nú á døgum til vælkomst, móttøkur, konfirmatiónir, barnadópar, brúdleyp, føðingardagar og aðrar merkisdagar.
 
== Keldur ==