Munurin millum rættingarnar hjá "North Carolina"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 45:
=== Flogfør ===
 
Í [[1903]] taka [[brøðurnir Wright]] seg á flog í North Carolina og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum [[flogfar]]i. Fólk í North Carolina varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr enn [[Fyrri veraldarbardagi|fyrri heimsbardagi]] brestur á í [[Evropa]] á sumri [[1914]]. Hetta er fyrsta kríggj, har alt fólkið í statinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni.
 
==Politikkur==
 
Staturin Norðurcarolina verður mettur sum ein tann týdningarmesti í amerikanska forsetavalstríðnum. Norðurcarolina er ein av teimum sokallaðu svingstatunum. Tað serstaka við amerikanska valinum er, at tað forsetavalevnið, ið fær flest atkvøður í givna statinum, fær allar valmenninar í tí statinum. Eitt nú vann [[Barack Obama]] í 2008 allar atkvøðurnar í statinum, tá hann fekk 49.7% av atkvøðunum, meðan mótstøðumaðurin, [[John McCain]] fekk 49.3% av atkvøðunum. Sostatt vann Barack Obama allar atkvøðurnar frá teimum 15 valmonnunum í Norðurcarolina. Í nógvum statum eru [[Republikanski Flokkurin|republikanararnir]] ella [[Demokratiski Flokkurin|demokratarnir]] so dominerandi, at mótstøðufólkini hava givið upp. Stríðið er tí mest í teimum sokallaðu svingstatunum, har tað er meira ella minni javnt millum valevnini. Í statum sum Norðurcarolina og [[Florida]] er serliga nógv stríð um atkvøður, tí har leikar sera javnt á, og statirnir hava nógvar valmenn.
 
== Sí eisini ==