Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyskt mál"

Content deleted Content added
Bazzy11 (kjak | íkøst)
Bazzy11 (kjak | íkøst)
Linja 404:
[[Orð]]atilfeingið í okkara máli er komið ymsastaðni frá og til ymsar tíðir. Stórur partur er arvaður frá okkara ættfedrum, tað eru ikki innflutt orð, men orð, sum hava verið nýtt her á landi so leingi, sum hetta [[mál]]ið hevur verið okkum kunnugt, og tað merkir í eini túsund ár. Hetta er eina mest galdandi fyri tey mest nýttu orðini í málinum, orð, sum eru hvørjum menniskja kunnug, og sum hvørt menniskja nýir, orð sum til dømis "móðir" og "faðir", "vatn" og "jørð", "sita" og "liggja", "lítil" og "stór", "niður" og "opp", "ja" og "nei". Hesi arvorð eru, ið hvussu er, felags fyri øll tey [[Germansk mál|germansku málini]], hóast týdningur og snið broytast eitt sindur frá máli til máls. Øll hesi ár, hesi mál hava verið í nýtslu, er orðatilfeingið vorðið ríkari og ríkari, eisini tí at tað hevur tikið orð úr øðrum málum. Hesi orð kalla vit ''tøkuorð''.
 
Ofta eru tøkuorð gomul í okkara máli, tey kunnu hava lagað seg eftir føroyskari bending og ljóðliga og á annan hátt hava lagað seg, so at ilt er at gita fremmanda upphavið. Hetta fyribrigdi at taka orð inn í málið byrjaði longu fyri søguliga tíð her hjá okkum, so skjótt sum [[Norðurlond]] fingu samband við restina av [[Norðurevropa]]. Ofta komu nýggj orð saman við vørum, sum fólk úr Norðurlondum førdu heim við sær, navnið fylgdi við vøruni. Seinni komu nýggjar hugsanir, nýggj trúgv inn á Norðurevropa uttaneftir og við teimum orð at nevna alt hetta nýggja og greiða frá tí. Her eru nøkur dømi um gomul tøkuorð úr ymsum málum - "hundur", "ketta" og "køkur" úr [[Latín (mál)|latíni]], "soppur", "ríki" og "blak" úr [[Keltisk mál|keltiskum]], "prestur" og "kirkja" úr [[Grikskt mál|grikskum]] um [[Enskt mál|enskt]]. Og eitt sindur seinni "arbeiði", "bakari" og "handil" úr [[Týskt mál|týskum]]. "Dekk" og "ruff" úr [[Hollendskt mál|hollendskum]], "marsjur" úr [[Franskt mál|fronskum]], "banki", "eitt kolli" og "stivli" úr [[Italskt mal|italskum]]. Tøkuorð eru eisini til dømis gomul orð, ið ikki hava verið nýtt leingi, sum í veruleikanum eru útdeyð út málinum, men sum eru komin inn aftur í seinni tíð úr nýggjum høpi, til dømis "fløga" fyri CD, "skora" fyri at fáa stig og "bingja" fyri kontainara.
 
Í okkara øld og serliga tey seinastu tíggjuáraskeiðini hava vit fingið ein heilan floym av fremmandum orðum inn í mál okkara. Nógv av hesum orðum hava enntá framvegis fremmanda uppruna-stavsetingarháttin og upprunaframburðin. Roynt verður at laga tey eftir føroyskum máli. Tískil nevna vit tey fremmandaorð afturímóti tøkuorðum, men munurin er ikki serliga greiður, til dømis "sona", "sjorast", "skons". Tað er eina mest úr [[Enskt mál|enskum]], vit hava fingið orðini. Og ein partur av teimum hevur enskt snið, sum uttan hóvasták hevur vunnið sær innvist í føroyskum, til dømis "hobby", "smart" ella "filmur". Og onnur hava longu fingið føroyskan stavsetingarhátt, til dømis "veirur", "skeilett" ella "trol". Bæði fremmandaorð og tøkuorð eru í sera nógvum førum nýggj, av tí at vit í føroyskum ikki hava arvorð, sum fevna um júst sama fyribrigdið. Men tað er mangan, at fólk ikki avmarka seg til at nýta fremmandaorð har, sum neyðugt er. Tey royna at prýða málið við ókendum ella rárum fremmandaorðum, mangan bara at geva sær sjálvum ein dám av lærdómi. Men vit áttu at havt í huga, at óneyðug fremmandaorð gera málið tyngri og forða lesarum at fáa fatur í innihaldinum.
 
== Sannroynd ==