Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska sjálvstýrisrørslan"

Content deleted Content added
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 9:
Poul Johann
 
Ulla
== Núverandi skipan ==
 
Føroyingar hava heimastýri, men eru í [[Ríkisfelagsskapur|ríkisfelagsskapi]] við Danmark, og danska stjórnin hevur ein umboðsmann, [[ríkisumboðsmaðurin]] í Føroyum, búgvandi her á landi. <ref>http://www.logir.fo/foldb/llofo/2005/0000079.htm</ref><ref>http://www.stm.dk/_a_2752.html</ref> Síðani 1948 hava Føroyar verið ein sjálvstýrandi partur í danska kongaríkinum. Sambært [[Heimastýrislógin|heimastýrislógini]] verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. [[Løgregla]]n og dómsvaldið í Føroyum eru t.d. donsk. [[Løgtingið]] er ovasti myndugleiki í Føroyum. Her verða landsins lógir viðgjørd. Lógirnar eru um felagsmál og sermál. Sermál kann bert Føroya Løgting viðgera, meðan felagsmál verða viðgjørd av Løgtinginum og tí danska [[Fólkatingið|Fólkatinginum]]. Henda skipan, ið virkað undir, kallast heimastýri. Heimastýri førir við sær, at vit hava egin frímerki, [[flagg]] og [[mál]] okkara hevur umsíður vunnið frama í skúla, í kirkju og á [[ting]]i. Nakrar lógir eru felags fyri Føroyar og Danmark. Dómsvaldið, [[Landsverja|verjumál]], uttanríkismál, [[gjaldoyra]]mál, løgreglan eru t.d. á donskum hondum. <ref>https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=20991</ref> Til tey málsøkir, sum danir annaðhvørt hava um hendur rindar danski staturin umleið 630 mió. kr. (2013). Føroyingar gjalda ikki skatt ella avgjøld til danska statin. Men peningurin kemur uttan iva aftur til Danmark, tí næstan allur okkara uttanríkishandil gongur um Danmark.
 
== Politiskir møguleikar ==