Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska sjálvstýrisrørslan"

ongin frágreiðing um rættingina
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Chingchong china
 
Poul Johann
== Fólkaatkvøðan 1946 ==
[[Mynd:Tinganes.jpg|thumb|right|250px|[[Løgtingið]] var eitt tíðarskeið niðurlagt millum 1816-1852. Eftir [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]] broyttist virksemið hjá løgtinginum munandi. Meðan tað higartil hevði verið ráðgevandi, fekk tað lóggávuvald í yvirtiknum sermálum, tá [[heimastýrislógin]] kom.]]
Ásett varð, at fólkaatkvøðan skuldi fara fram 14. september 1946. Veljarin skuldi taka støðu til teir báðar møguleikarnar: 1) Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?, og 2) Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya ímillum? Men støðan gjørdist eitt sindur ógreið við tað, at [[Fólkaflokkurin]], sum til tá ikki hevði boðað alment frá, um teir klárt og greitt vildu hava loysing (hinvegin var heilt greitt, at flokkurin ikki vildi góðkenna danska uppskotið), boðaði sínum veljarum frá, at flokkurin vildi vera takksamur, um fólkafloksveljarin atkvøddi fyri loysing; men hinvegin førdi flokkurin fram, at teir veljarar, sum ikki dámdu stjórnaruppskotið, kundu skriva "nei" við stjórnaruppskotið. Tá ið fólkaatkvøða varð útskrivað í 1946, var eingin politiskur flokkur serliga fegin um hetta. Fólkaflokkurin, sum tá vildi hava føroyskt fullveldi, vildi ikki hava ein fólkaatkvøðu um antin loysing ella heimastýrisskipan. Hann vildi hava fleiri valmøguleikar. [[Sambandsflokkurin]] og [[Javnaðarflokkurin]] vildu tó saman við donsku stjórnini hava fólkaatkvøðuna at snúgva seg um eitt danskt stjórnaruppskot sum líktist heimastýrisskipanini ella loysing. Fólk fingu ikki rættiliga skil á støðu Fólkafloksins fyrren eftir tað, at dagurin fyri fólkaatkvøðuna varð ásettur. [[Dagblaðið]] segði, at teir veljarar, ið vildu loysing, skuldu atkvøða fyri loysing. Teir veljarar, ið ikki vildu loysing, men sum heldur ikki skuldu seta nei við stjórnaruppskotið. Sostatt var eingin politiskur flokkur, sum beinleiðis arbeiddi fyri, at føroyingar skuldu velja loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. T.d. Javnaðartingmaðurin [[Jákup í Jákupsstovu]] var tó fyri loysing. [[Jóannes Patursson]] fekk eisini av fullum huga inn fyri loysing, og eisini tvørpolitiskur bólkur av monnum, sum í mei í 1946 høvdu stovnað felag, ið teir róptu [[Føroyingafelag]].
 
Fólkaatkvøðan í 1946 gav ein lítlan meiriluta fyri loysing [[Føroya]] og [[Danmark]]ar ímillum. Danir, hinvegin, søgdu hetta vera einvegis gerð og íkki samsvarandi grundlógini. Fólkafloksmeirilutin var ikki at vika í sjónarmiðum sínum. Endin á hesum stríði varð, at [[Løgtingið]] varð sent til hús og nýval útskrivað. Eftir hetta val, tá Fólkaflokkurin bert fekk 8 tingmenn, kundi loysingin ikki fremjast, og umboðsmenn fyri danskar og føroyskar myndugleikar fóru til samráðingarborðið. Úrslitið av hesum samráðingum varð [[Heimastýrislógin]] frá 1948. Sambært Heimastýrislógini verða bæði føroyska flaggið og føroyska málið viðurkend av donsku myndugleikunum, men í lógini stendur eisini, at [[Danskt mál|danskt]] skal verða lært væl og virðiliga, og danskt kann eins og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Samanumtikið ásetur eisini heimastýrislógin, at 1) [[Føroya Løgting]] hevur lóggávuvaldið, 2) [[Landsstýrið|Føroya Landsstýrið]] hevur útinnandi valdið, 3) Dømandi valdið er hjá donsku dómstólunum, 4) [[Ríkisumboðið]] hevur ríksins fyrisiting í Føroyum um hendur, 5) Sermál, ið heimastýrið kann lóggeva um og fyrisita, 6) Felagsmál, ið heimastýrið kann umsita eftir donskum fólkatingslógum, 7) Ríkismál, ið danska [[Fólkatingið]] og ríkisstjórnin lóggeva um og fyrisita.
 
=== Úrslit ===
 

Fólkaatkvøðan gav ein lítlan meiriluta fyri loysing Føroya og Danmarkar ímillum (50.7 %). Úrslitið av fólkaatkvøðuni varð, at stjórnaruppskotið fekk 5499 atkvøður (49.2 %), og loysingin fekk 5660 atkvøður (50.7 %). Úrslitið fyri alt landið gjørdist fylgjandi:
 
{| class="wikitable"
|-
! style="background:#AF9999;" colspan="3"| '''Fólkaatkvøða 14. septembur 1946''' <ref>http://www.sudd.ch/event.php?lang=en&id=fo011946</ref>:<br><small>Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya ímillum?</small></br>
|-
| '''Val'''
| '''Atkvøður'''
| '''Prosent'''
|-
| [[Mynd:Yes_check.svg|10px]] Ja
| 5,660
| 50.73
|-
| Nei
| 5,499
| 49.27
|-
| Gyldugar atkvøður
| 11,159
| 95.87
|-
| Ógyldugar ella blankar atkvøður
| 481
|4.13
|-
| '''Upptaldar atkvøður'''
| '''11,640'''
| '''100.00'''
|-
| Atkvøðurætt og atkvøðuprosent
| 17,216
| 67.52
|-
|}
 
== Núverandi skipan ==
Dulnevndur brúkari