Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska sjálvstýrisrørslan"

ongin frágreiðing um rættingina
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
FUCK
 
Chingchong china
=== Danskt hjáland ===
[[Mynd:Jólafundurin1888_1200.png|thumb|left|180px|Um jóltíðir í 1888 varð kallað til fundar at samráðast um at verja Føroya mál og siðir. Hetta var [[Jólafundurin 1888|jólafundurin]], hildin í tinghúsinum 26. desember.]]
[[Mynd:LocationFaroeIslands.png|thumb|right|250px|Úr Føroyum er næstan líka langt til Noregs, Skotlands og Íslands. Úr Føroyum eru góðir 400 km. til t.d. Íslands. 14 tímar eru at sigla til Íslands og einir 30 til Danmarkar.]]
Fram til 1814 høvdu Føroyar verið roknaðar sum eitt norskt [[hjáland]] og vóru fyri mesta partin stýrdar eftir norskum lógum. Men hetta árið fer Noreg frá Danmark, meðan tey gomlu skattlondini Føroyar, Grønland og Ísland verða verandi undir Danmark. Nú verður roynt at knýta hesi lond í [[Atlantshavið|Norðuratlandshavi]] nærri at Danmark, sum tey í grundini einki høvdu havt saman við uttan tað samband, samgongan millum Noreg og Danmark við felags kongi hevði ført við sær. <ref>http://www.logting.fo/files/File/Faldari%202012/faldari_EN_2012%20smal.pdf</ref> [[Løgting]]ið verður avtikið í 1816 og Føroyar gerast tá amt í danska ríkinum. <ref>http://www.worldstatesmen.org/Faeroe_Islands.html</ref> Hjá føroyingum fekk [[Danskt mál|danskt]] støðu sum tað tignarliga og heilaga málið, og danskt varð skrivað í øllum viðurskiftum við myndugleikarnar. [[Føroyskt mál|Føroyskt]] var bara heimamálið, sum vanliga fólkið tosaði sínámillum í gerandisdegnum. [[Løgmaður|Løgmansembætið]] vórðu tikin av við kancelli-plakat 18. mai 1816, og aftan á hetta vóru allar avgerðir um samfelagsviðurskifti Føroya tiknar í Danmark og av danska embætismannaveldinum í Føroyum. <ref>Steining, Jørgen (1953). ''Rigsdagen og Færøerne''. In Bomholt, Jul.; Fabricius, Knud; Hjelholt, Holger; Mackeprang, M.; Møller, Andr. (eds.). Den danske rigsdag 1849-1949 bind VI. Keypmannahavn: J. H. Schultz Forlag. S. 187.</ref> 6. juli sama ár varð fyrsti [[Amtmenn í Føroyum|amtmaður]] settur í Føroyum. Í 1846 verður [[Einaræði|einaveldið]] avtikið og Danmark fær eina frælsa [[Fólkaræði|fólkaræðisliga]] grundlóg. Men longu áðrenn hetta høvdu føroyingar sent umsókn um at fáa [[Løgtingið]] endurreist. Tá tað í 1852 eydnast, verður tað mest at kalla sum eitt danskt amtsráð, har amtmaðurin er fastur formaður og próstur hevur fast sæti. Sum ein avleiðing av Jólafundinum í 1888 varð Føroyingafelag stovnað í januar 1889, og nú kom verulig gongd á sjálvstýrisrørsluna. Mál Føroyingafelags var at vinna føroyska málinum fullar sømdir í egnum landi og fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir.
 
Studentar í [[Keypmannahavn]] fóru at yrkja fosurlandssangir, og í 1888 varð fundir hildin í tinghúsinum í [[Tórshavn]]. Har varð avgjørt at stovna Føroyingafelag, sum skuldi bøta um støðuna hjá [[Føroyskt mál|føroyskum máli]] og [[Føroysk mentan|føroyskari mentan]]. Bløðini fóru nú at skriva á føroyskum. Tað fyrsta var blaðið "Føroyingatíðindi", og seinni kom út eitt barnablað, ið nevndist "Ungu Føroyar". Ritstjórar á barnablaðnum vóru menninir aftan fyri [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]], ið varð stovnaður í 1899. Í hesum skúla kundu føroyingar á fyrsta sinni læra føroyskt innan skúlagátt. Tá ið tjóðskaparkenslan, og síðan tjóðskaparrørslan tók seg upp seinast í 19. øld við fyrst av øllum mentanarligum, og við seinni politiskum innihaldi, vaknaði eisini hugurin at hava eitt tjóðarmerki. Veðrurin var gamalt merki í Føroyum, men um somu tíð kom Tjaldursmerkið afturat. Hesi merkini vórðu javnan brúkt fram til 1940, tá ið farið varð at brúka tað flaggið, ið brúkt verður í dag. Eitt úrslit av teirri veking, sum tjóðskaparrørslan hevði við sær, var, at ungmannafeløg vórðu stovnað við tí endamáli at stimbra og verja Føroya mál og [[Føroysk mentan|mentan]]. Í 1919 settu føroyskir studentar í Keypmannahavn sær fyri at gera uppskot til eitt føroyskt flagg, ið var líkt hinum fløggunum í [[Norðurlond]]um, og sum skuldi koma í staðin fyri veðra- og tjaldursmerkini. Teir samdust um, at reyður krossur við bláari rond á hvítum dúki var tað hóskiligasta. Síðani skuldi uppskotið berast fram fyri almenninginum. Til hetta varð eitt borðflagg seymað. Nýggja flaggið varð fyrstu ferð borið fram í Føroyingafelag í [[Keypmannahavn]] í 1919, og fólk tóku væl ímóti tí. Flaggið varð navnið [[Merkið]]. Sama ár varð Merkið fyrstu ferð vundið á stong í Føroyum. Tað var í [[Fámjin]], og flaggið hongur nú í [[Fámjins kirkja|Fámjins kirkju]].
 
== Fólkaatkvøðan 1946 ==
Dulnevndur brúkari