Munurin millum rættingarnar hjá "Sámal Joensen-Mikines"

Content deleted Content added
JhsBot (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 3:
'''Sámal Elias Frederik Joensen-Mikines''' ([[23. februar]] [[1906]] í [[Mykines]]i - [[21. september]] [[1979]] í [[Keypmannahavn]]) var ein av [[Føroyar|Føroya]] størstu [[listamaður|listamonnum]].
 
Hann varð borin í heim á teirri brimbardu útoynni [[Mykines|Mykinesi]]i. Hann tók sær navnið á oynni til eftirnavn. Alt lívið kendi ''MikinesmálarinMykinesmálarin'' - ella Mikines, sum vit plaga at rópa hann, - seg tætt knýttan at dramatisku náttúruni á síni upphavsins oyggj —føðioyggj og at bygdarfólkinum har.
 
Í [[1928]] - [[1932]] fekk Mikines útbúgving sum listamaður á Kunstakademiets Malerskole í [[Keypmannahavn]]. Mikines var fyrsti Føroyskiføroyski yrkislistamaður, og av røttum verður havt á orði, at hann er "faðir at føroyskari myndlist".
 
Eftir lokna útbúgving vendi Mikines heim aftur til Føroya, og síðan skiftistskifti hann umímillum at búgva í Mykinesi, [[Tórshavn|Havn]] og Keypmannahavn. HeimaoynnaFøðioynna vitjaði hann at kalla á hvørjum sumri, hann fann myndevni síni har og aðrastaðni í Føroyum. Undantøk frá hesum eru landslagsmálningar, hann málaði á [[Bornholm]] og í [[Bovbjerg]] í [[Danmark]] eitt skifti í [[1960 -árini|1960-árunum]].
 
[[Mynd:Jarðarferð.gif|thumb|right|200px|''Aftur av gravarferð'' frá 1935]]
 
Ein eyðkendur norrønur ekspressionistiskur tóni er í list MikinesMikinesar. Í tíðarskeiðnum [[1933]] — [[1940]] er menniskjalig líðing eitt ástøðiligt myndevni. Tann kensluborni listamaðurin kennir deyðans nánd — trý systkin hansara og faðirin doyggja av tuberklasjúkuni. Hartil kemur, at skipbrot og aðrar vanlukkur á havinum raka næstringar hansara.
Havið tekur mangar Mykinesmenn í bestu árum — skyldmenn, grannar og vinmenn og Mikines tekur á seg byrðuna at lýsa líðingina.
Í monumentalum komposisjónum við cinføldumeinføldum stórum rørslum og døkkum litum málar hann tey, ið eftir sita, um børuna, eftir jarðarferð, í ervi.
Ein røð av sterkum andlitsmyndum er eisini málað hetta tíðarskeiðið, ið uttan iva telist millum hansara mest upprunaligu og týðandi. Við [[Edvard Munch]] kundi Mikines siga:
 
Linja 20:
:''Øll list, bókmentir sum tónleikur, má gerast við hjartablóðinum. Listin er eins hjartablóð.''
 
Ein drúgv uttanlandsferð í [[1937]] fekk avgerandi týdning fyri framhaldandi listarligu menning hansara. Ferðin gekk til [[Bergen|Bjørgvins]], [[Oslo]], [[Stockholm|Stokkhólmar]], [[Keypmannahavnar]], [[Haag]], [[Amsterdam]] og [[París|Parísar]]. Íblástur av hesi ferð loysir upp fyri liti og kenslulagkenslulagi og íbirtirbirtir í eina uppgerð við [[1930-árini|1930áranna]] ''deyða-myrkur''.
 
Í [[1942]] tekur Mikines upp ein tátt, ið skuldi gerast hansara lívs avbjóðing: [[Grindadráp]]ið. Í stórum fýrnum komposisjónum viðger hann hetta dramatiska myndevni, har lívið og deyðin standa í álvarsligum stríði. Hansara ovurhugaða romantiska sinni ger vart við seg í eini langari røð av litríkum variasjónum yvir hetta tema.
 
Eftir kríggið broytist listin hjá Mikines. Ein koloristiskur stílur vellir fram, ið leggur minni dent á ekspressionistiska innihaldið. Frá hesum tíðarskeiði stava mangir landslagsmálningar - serliga úr Mykinesi.
 
Miðskeiðis í [[1950]]-árini|1950'unum]] melur hann tó aftur á blóðið og tekur upp aftur líðingina og deyðan sum myndevni. Hann skapar tá eina røð av týðandi høvuðsverkum, ið umboða eina hepna samanrenning av ekspressionismuni frá 1930'unum og teirri nýggju kolorismuni. Myndevnini til tey 4 frímerkini í hesi røð eru dømi um hetta.
 
[[Listasavn Føroya]] eigur eitt gott úrval av verkum Mikines, tey verða sýnd fram í [[Listasavn Føroya|Listaskálanum]] alt árið.
 
== KeldaKeldur ==
* [http://www.faroeartstamps.fo/?side=8785354eafa9365c1e68f7bec4bdf495 Postverk Føroya]
 
Linja 40:
* Bent Irve og Bárdur Jákupsson: ''Mikines / [værker af] Samuel Joensen-Mikines'' ; redaktion: Inge Dybbro ; fotografer: Per á Hædd ... Simon Lautrop ... Poul Pedersen. - [Kastrup] : Kunstmuseet Brundlund Slot, 2003. - 111 siður, myndir í litum
 
== ÚtvortisSlóðir ávísingúteftir ==
{{commons|Sámal Joensen-Mikines}}
* [http://www.art.fo/en/faroese_artists/samuel_joensen_mikines.php Listasavn Føroya: Samuel Joensen-Mikines] (myndir)