Munurin millum rættingarnar hjá "Hargabrøðurnir"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 10:
Teir løgdu so felag, tveir og tveir: miðlingabrøðurnir í øðrum partinum, hin elsti og hin yngsti í øðrum. Ein dagin tá teir vóru farnir út í Dal at royta seyð, kom sovorðin illstøða millum teir, at tá ið teir komu á rættina skuldi morð verða. Tá kom so snøggliga eitt myrkur niður yvir teir. (Talan kann vera um sólarmyrkingina, sum var nakað fyri middag [[30. mai]] í [[1612]].) Angist kom á teir og teir lovaðu nú øðrvísi enn fyrr, at læt Várharra teir sleppa við lívinum, skuldu teir vera betri menniskjur. Tá lýsti í myrkrið aftur; teir hálsfevndust og lovaðu, at einki stríð skuldi vera teirra millum aftur. Síðan sótu teir væl um sátt.
 
Giljabóndin í [[Hvalba]] fekk ofta nógvan heystskurð og tveir av hargarbrøðrunum fóru tí eitt heystið norður til Hvalbiar at bjóða seg til at hjálpa. Tikið skuldi alt vera sum kundi fáast í hond segði Giljabóndin. Teir fóru avstað saman, hargabrøðunirhargabrøðurnir og Giljabóndin og hansara menn. Teir hittu eitt stórt fylgi og vildu fáa tað í eitt heldi, men fylgið sleit seg sundur. Bóndin og hansara menn vórðu við annan flokkin, Hargabrøðurnir við annan. Brøðurnir fingu seyðin í eitt heldi á norðaru síðu á Hvalvíkini og bundu seyðin. Síðan søktu teir hús upp og komu í dyr út ímóti nátturðamála. Bóndin var tá komin aftur við húskøllunum og hevði lítið ella einki fingið at rokna. Morgunin eftir fóru teir avstað og funnu plássið har Hargabrøðinir hevði undið seyðin. Bóndin var findarblíður tí teir høvdu fingið so nógv: Nú skuldu teir fáa lønina, segði hann og tað skuldi vera so mikið sum teir kundu bera báðir av seyði. Teir tóku tá hvør sínar sjey seyðir og bóru til Sumbiar.
 
Eitt heystið bað ein av hargarbrøðrunum, Laðangarðsbóndan um eitt sindur av hoyggi. Bóndin lovaði honum eina byrði og bað hann taka av einari sátu. Hargarmaðurin tók alla sátuna uppá herðarnar og bar hana niðan undir Hargar. Tá ið Laðangarðsbóndin sá at øll sátan var horvin, varð hann illur og brigslaði hargarmanninum, at hann hevði tikið meira enn hann hevði fingið lov til. Men hargarmaðurn hevði vitni uppá, at hann hevði ikki borið meira enn eina byrði og tað var tað ið Laðangarðsbóndin hevði lovað honum. So varð bóndin at geva seg til tols.