Munurin millum rættingarnar hjá "Hinduisma"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s No need for both {{Commons}} and {{Commonscat}}. Removing {{Commons}}.
Removing "Tirumalatemple.jpg", it has been deleted from Commons by INeverCry because: per c:Commons:Deletion requests/Files from enwiki user Raj srikanth800.
Linja 35:
 
== Stættarbýtið ==
 
[[Mynd:Tirumalatemple.jpg|thumb|right|250px|Í bæði [[India|Miðindia]] og [[India|Suðurindia]] eru stór tempul, skrýdd við framskornum gudamyndum og gudastandmyndum.]]
Ein og hvør hindi er føddur í ávísa kastu og ávísan bólk, og hetta ger av støðu hansara í samfelagnum. Høvuðsstættirnir vóru fýra - prestarnir, handverkarnir, hermenninir og bøndurnir. Hesir stættir fóru við tíðini sundur í hundraðtals aðrar stættir, til dømis hevði hvørt handaverk sín stætt. Stættirnir høvdu hvør sítt frámerki brent inn í pannuna ella á okkurt annað ásýnligt stað á stættarlimunum, so at øll skuldu síggja, hvønn stætt, ið tey hoyrdu til <ref>http://www.religionfacts.com/hinduism/things/tilak.htm</ref>. Eingin mátti skifta stætt, og felagsskapur stættanna millum ella giftarmál var ólógligt. Giftust tvey úr hvør sínum stætti, vóru tey útihýst av stættunum og itu tá paria, sum merkir stættarleys. Tey stættarleysu vóru vanvird og hildin at vera órein, tey máttu halda seg burtur frá øðrum og livdu ofta í trongum korum. Hóast stættarbýtið nú er avtikið við lóg, situr tað so fast í hindiska fólkinum, at tað koma at ganga nógv ár, áðrenn tað hevur mist sína megi millum manna.