Munurin millum rættingarnar hjá "Arabiska várið"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[File:Arab_Spring_map.svg|thumb|right|320px|{{Legend|#00112b|Kollvelting}} {{Legend|DarkRed|Sivil líðing og lidelse og kollvelting í stjørnini}} {{Legend|#00bff3|Kollvelting í stjørnini}} {{Legend|#d64400|Stór mótmæli}} {{Legend|#eac27c|Smá mótmæli}}]]
'''Arabiska Várið''', sum byrjaði í [[Tunesia]] í 2011, breiddi seg skjótt til onnur arábisk lond, og tað førdi til ófrið í [[Libya]], [[Egyptaland]]i, [[Tunesia]], [[Jemen]], og [[Sýria]], sum síðani kom út í eitt blóðugt [[Borgarakríggið í Sýria|borgarakríggj]]. Arábiska Várið byrjaði í Tunesia, tá ið ein ungur maður, nevndur Mohamed Bouazizi, [[17. desember]] [[2010]] setti eld á seg sjálvan sum eitt mótmæli ímóti korruptión og ágangi frá tunesisku myndugleikunum. Tað vóru hendingarnar í Tunesia, sum settu eld í stórar partar av tí [[Arábiska hálvoyggin|arábiska heiminum]] og elvdu til stórar kravgongur og mótmæli til frama fyri nøkur heilt grundleggjandi [[mannarættindi]] í fleiri av londunum innan [[Arábiska Samgongan|Arábisku Samgonguna]]. Úr Tunis breiddu mótmælini seg til fleiri lond í [[Miðeystur|Miðeystri]] – millum annað til [[Egyptaland]], [[Jemen]] og [[Sýria]]. Í Sýria er tvídrátturin vorðin til eitt sera blóðugt og harðligt borgarakríggj við fleiri enn 400.000 deyðum, samstundis sum fleiri milliónir eru flýdd úr landinum. Arabiska Várið er, síðan tað byrjaði í 2010, vorðið ein av teim størstu humaniteru kreppunum, vit hava sæð síðani [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]].