Munurin millum rættingarnar hjá "Gilli Rólantsson"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 50:
}}
 
'''Gilli Rólantsson Sørensen''' (føddur [[11. august]] [[1992]]) er ein føroyskur fótbóltsleikari av [[Tvøroyri]], sum spælir við [[SK Brann|Brann]] í Noregi. Áðrenn tað spældi hann 24 dystir í [[Superliga|Superliguni]] við [[AaB Fodbold|AaB]]. Hann spælir eisini við føroyska A-landsliðnum. Hann hevur fyrr spælt við [[TB]], [[B36]], U19 hjá [[F.C. Aberdeen]] og føroyskum ungdómslandsliðum í fótbólti. Hin 24. januar 2014 spældi hann venjingardyst við AaB í Superliguni móti F.C. Horsens, AaB vann dystin 2-0, Gilli skoraði annað málið hjá AaB.<ref>[http://fodbold.aabsport.dk/nyheder/2014/01/reaktioner-fra-frejaparken.aspx Fodbold.aabsport.dk, Reaktioner fra Frejaparken]</ref>
 
== Lívsleið innan fótbólt ==
 
=== Fótbóltsfeløg ===
Barnaárini spældi Gilli við TB á Tvøroyri. Sum ungur fótbóltsleikari fór hann í 2010 til [[Skotland]]s at spæla fótbólt við ungdómsliðnum hjá [[F.C. Aberdeen]]. Heimafturkomin úr Skotlandi spældi hann aftur við TB frá juni 2011, til hann fekk sáttmála við B36, har hann spældi í 2013. Hin 24. januar 2014 spældi hann venjingardyst við AaB í Superliguni móti F.C. Horsens, AaB vann dystin 2-0, Gilli skoraði annað málið hjá AaB.<ref>[http://fodbold.aabsport.dk/nyheder/2014/01/reaktioner-fra-frejaparken.aspx Fodbold.aabsport.dk, Reaktioner fra Frejaparken]</ref> Hin 18. august 2016 varð hann seldur frá AaB til Brann. Brann spælir í bestu norsku fótbótbóltsdeildini, Tippeligan.<ref>[http://www.bold.dk/fodbold/nyheder/aab-saelger-rolantsson/ AaB sælger Rolantsson], bold.dk, 18. august 2016</ref>
 
* 2016- Brann
* 2014-2016 [[AaB Fodbold|AaB]]
Line 63 ⟶ 65:
 
=== Landslið ===
Gilli hevur spælt við U17, U19 og U21 hjá Føroyum, hann var liðskipari á U21 landsliðnum. Hann varð úttikin til A-landsliðið hjá Føroyum í 2012, men spældi sín fyrsta landdyst móti Teilandi 21. februar 2012, tað var ein vinadystur. Í 2014/15 spældi hann átta landsdystir í EM undankapping. Hin 3. juni 2016 spældi hann við føroyska landsliðnum, tá teir møttu Kosovo í fyrsta altjóða dystinum hjá landinum, eftir at tað gjørdist limur í UEFA.
 
* 2016 - 2 vinadystir í mars og juni.
* 2014-15 - Føroyar, A-landsliðið, EM undankapping, 8 dystir (2 í 2014, 6 í 2015)
* 2013 - U21 EM undankapping, 1 dystur