Munurin millum rættingarnar hjá "Evropa"

Content deleted Content added
Replacing Europe_subregion_map_UN_geoschme.svg with File:Europe_subregion_map_UN_geoscheme.svg (by CommonsDelinker because: File renamed: File renaming criterion #3: To c
Linja 7:
 
== Landafrøði ==
[[File:Western Europe.ogv|alt=View of the earth from space|thumb|right|300px|Vesturevropa]]
Evropa skifta vit sundur í [[Norðurevropa]] ([[Norðurlond]] við [[Skandinavia]]), [[Vesturevropa]], [[Miðevropa]], [[Suðurevropa]] og [[Eysturevropa]]. Í høvuðsheitum kunnu vit siga, at høg faldfjøll - [[Pyrineafjøll]] og [[Alpurnar]] - skilja kaldara Norðurevropa frá heita Suðurevropa. Frá strondunum norðan [[Norðpólurin|Norðurpólkring]] og nakað suður eru træleysar frostmýrar, til nálaskógarbeltið tekur við. Tað er vestan úr [[Noreg]]i og eystur ígjøgnum alt [[Russland]]. Sunnanfyri er fruktagóði norðurevropeiski lágslættin, sum er besta kornlendið í heimspartinum, har veksur eisini leyvskógur. Longri suðuri er [[Miðjarðarhavslondini|miðjarðarhavsøkið]]; har er veðurlagið heitt, og sumstaðni er lendið oyðimarkarkent. Gosfjøll eru bara í [[Ísland]]i og [[Suðuritalia]], har [[Etna]] og [[Stromboli]] enn eru virkin. Uralfjøll og [[Kavkasus]] eru mark ímóti [[Asia]]. Alpurnar taka seg upp í landsynningspartinum í Fraklandi, fara ígjøgnum Sveis og [[Norðuritalia]] og langt inn í [[Eysturríki]]. Seinastu 2 milliónir árini hevur ísurin broytt landslagið og gjørt pýramiduskapaðar tindar, hvassar fjallakambar og røðir, fagrar fossar og djúpar lægdir, sum nú eru vøkur vøtn. Nógvar plantur, m. a. fransagras, hava lagað seg til gróðrarumstøðurnar so høgt uppi. Tey 15 vøtnini í tjóðargarðinum Lake District í útnyrðingsonglandi eru í U-skapaðum dølum, ið greina seg úr nøkrum lágum fjøllum sum snældur úr hjólshjarta. Fyri øldum síðan runnu áir í dølunum, men í seinastu ístíð gróvu skriðjøklarnir seg djúpt niður í dalarnar; men tá ið ísurin tiðnaði, byrgdi grótið, ið jøklarnir høvdu skumpað íyri sær, dalarnar, so at teir fyltust við vatni. Av tí at stóru dalarnir gjørdist so djúpir, „hingu" síðudalarnir nú langt oman fyri høvuðsdalin og nógvastaðni runnu nú høgir fossar út av vøtnunum. Ígjøgnum norðara part í Evropa gongur stórt nálaskógarbelti. [[Trø|Nálatrø]], t.d. grann, standa grøn alt árið og tola bæði kava og nógvan kulda. Nálaskógurin veitir eisini mongum dýrum lívd og føði hørðu vetrarmánaðirnar. [[Donau]], ið vellir fram í Týsklandi og er longsta á í Vesturevropa, rennur í ein landsynning eystur ígjøgnum Evropa og út í [[Svartahav]]. Hon er týdningarmikil flutningsvegur í teimum níggju londunum, hon rennur ígjøgnum. Donauoyrarnar, har áin skilur seg í nógvar smáar áir og vatnræsi, eru stórt vátlendi við nógvum [[dýr]]alívi. Fleiri enn 300 fuglasløg eru sædd her og eisini dýr sum [[villsvín]], [[hjørtur]] og [[Kettur|villkøttur]].
[[Mynd:Mediterranean_Sea_16.61811E_38.99124N.jpg|thumb|left|250px|Tey lond, sum liggja fram við [[Miðjarðarhav]]i, kalla vit [[Miðjarðarhavslondini]].]]