Munurin millum rættingarnar hjá "Bilar"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 56:
 
== Bilsøgan í Føroyum ==
[[Mynd:Car_license_plate_of_the_Faroe_Islands_after_1996.jpg|thumb|right|250px|FøroyskaFøroysk nummarplátunummarpláta, 1996 −.]]


Fyrsti bilurin kom til [[Føroya]] 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í [[1960-árini|1960-árunum]]. Ferðslan á vegunum í Føroyum frá tí, at fyrsti bilurin kom til landið og so upp í 1960-árini, kann als ikki sammetast við ta ferðslu, sum vit kenna í dag. Bilarnir vóru sera fáir, og sama var við vegunum í bygd og bý. Heldur ikki vóru nógvir vegir millum bygda, og tað bar als ikki til at nýta bilin at ferðast úr einum enda á landinum í hin. Við tað at ferðslan var lítil, vóru eisini fáar ferðsluvanlukkur í mun til fólkatalið. Men í mun til bilatalið og koyrdar km var ikki heilt einki av ferðsluvanlukkum. Tá ið komið varð í [[1970-árini]], er føroyska samfelagið fyri stórum broytingum, og eftir fáum árum fekk tá tann vanligi føroyingurin væl meira av peningi um hendi í gerandisdegnum. Hetta bar m.a. við sær, at bilatalið fór at vaksa í stórum. Í 1969 vóru 3001 bilar skrásettir í Føroyum, men bara fimm ár seinni er talið meira enn tvífaldað: í 1974 eru 6825 bilar skrásettir. Longu í 1981 fór bilatalið upp um 12.000, so tað varð ferfaldað eftir bara 12 árum. Samstundis, sum hetta hendi, kom verulig gongd á at útbyggja vegasambandið: vit fáa [[Brýr og byrgingar í Føroyum|brýr]] og [[Tunlar í Føroyum|tunlar]], og bilaferjur fara at sigla millum oyggjarnar.