Munurin millum rættingarnar hjá "Jóhan á Plógv Hansen"

Content deleted Content added
→‎Heiður: dagføring
sNo edit summary
Linja 1:
'''Jóhan á Plógv Hansen''' (føddur [[1. mai]] [[1994]]) er ein [[Føroyar|føroyskur]] hondbóltsleikari, ið spælir hondbólt í [[Danmark]]. Hann spælir fyri Skanderborg og danska U21 landsliðið. Jóhan hevur spælt hondbólt við Kyndli, síðani hann var 4 ára gamal. Men tá ið hann fylti 16 ár, flutti hann til Danmarkar fyri at spæla hondbólt á høgum støði. Jóhan var ein av teimum fáu dreingjunum, sum fekk pláss í SHEA - Skanderborg Håndbold Elite Akademi. SHEA er menningartilboð til úrmæling- ar innan hondbólt, sum hava evni til seinni at mennast til LIGA-spælarar, ella spælarar í bestu donsku deildini.
Hann hevur eisini spælt fótbólt fyrr í Føroyum, áðrenn hann flutti til Danmarkar, hann hevur spælt á U17 landliðnum hjá Føroyum.<ref>[http://skanderborghaandbold.dk/2013/04/den-hvide-abalo-3-ar-i-skanderborg/ skanderborghaandbold.dk]</ref>
Í 2012 spældi Jóhan við Føroyska landsliðnum í IHF/EHF Challenge Trophy. Eftir dystin móti Moldova varð Jóhan valdur til besta leikara í dystinum.<ref>[http://www.hsf.fo/?p=4682 hsf.fo - Johan á Plógv valdur til besta føroyska leikara]</ref>