Munurin millum rættingarnar hjá "Mikkjal á Ryggi"

49 bytes tikin burtur ,  4 ár síðan
Slettaði skeivt føðidato
({{infobox/article/human}}, - {{commonscat}})
(Slettaði skeivt føðidato)
{{infobox/article/human}}
'''Mikkjal Dánjalsson á Ryggi''' var føddur í 1897 (f. [[17. oktober]] [[1879]] í [[Miðvágur|Miðvági]] - d. [[20. oktober]] [[1956]] í [[Tórshavn]]) var lærari búsitandi í [[Gásadalur|Gásadali]]. Foreldur: [[Dánjal Pauli Michelsen]] og Maren Margrethe Petersen ([[1856]]-[[1897]]). Hann var føddur í [[Miðvágur|Miðvági]]. Sum ungur fór hann tveir vetrar til [[Danmark]]ar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í [[løgting]]inum, har hann umboðaði [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]] í [[1920-árini|1920-árunum]].
 
Rithøvundastarv hansara fevndi millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu [[Føroyar|føroysku]] bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á [[Sjógvur|sjógvi]] og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um [[dýr]]a og [[Fuglur|fuglalívið]] – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin "Lítla hara" stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í [[1954]].
Dulnevndur brúkari