Munurin millum rættingarnar hjá "Dánjal Pauli Danielsen (1919-2010)"

Content deleted Content added
No edit summary
{{infobox/article/human}}
Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''Dánjal Pauli Danielsen''' (f. [[2. desember]] [[1919]] á [[Velbastaður|Velbastaði]], d. [[24. desember]] [[2010]]), var [[kongsbóndi]] og politikari fyri [[Fólkaflokkurin|Fólkaflokkin]]. Hann var landsstýrismaður 1975-1981. Hann var giftur við systir rithøvundan [[Jørgen-Frantz Jacobsen]]. Hann tók landbúnaðar útbúgvin í Íslandi og tók við festinum á Velbastað sum tað 14. ættarliðið.<ref>[http://folkaflokkurin.fo/xa.asp?fnk=grn&bnr=1&unr=2&gnr=2645 Folkaflokkurin.fo, Minningar um Dánjal Paula Danielsen]</ref> Hann var stýrislimur í Føroya Jarðarráð 1957–1975, tað mesta av tíðini sat hann sum formaður. Hann var eisini formaður í stýrinum fyri SEV 1963–1975 og stýrislimur í [[Norðurlandahúsið|Norðurlandahúsinum]] 1980–1998 (tó ikki í fýra ár). Tað var eisini hann, ið saman við [[Erlendur Patursson|Erlendi Paturssyni]] arbeiddu fyri at fáa Norðurlandahúsið av fyrstan tíð. Hann var fyrsti skrivarin hjá Fólkaflokkinum, og var hann í starvinum fram til 1970-árini. Mitt í 1970-árunum varð hann valdur til landsstýrismann í vinnu- landbúnaðar- og mentamálum 1975-79, sjálvt um hann ikki var valdur inn á Løgtingið, og síðan var hann valdur til landsstýrismann í vinnu- landbúnaðar- og skúlamálum 1979–1981. Hann fekk norðurlendskan heiður í 1994, ''Jacob Letterstedts nordiska förtjänstmedalj'', fyri sítt arbeiði innan norðurlendskt samstarv.<ref>[http://www.letterstedtska.org/medalj.htm Letterstedska.org]</ref>