Munurin millum rættingarnar hjá "Bjarki Thomsen"

Content deleted Content added
{{infobox/article/human}}
Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''Bjarki Thomsen''' er ein føroyskur myndamaður, filmsleikstjóri, filmsframleiðari og tónaskald. Hann gjørdist kendur sum tann ið tók upp á film, meðan avgusturin á Hvalastøðini við Áir brast 26. november 2013.<ref>[http://kvf.fo/netvarp/sv/2013/11/26/hvalurin-brestur-vid-air kvf.fo, Hvalurin brestur við Áir]</ref> Tey fáu sekundini, tá hvalurin brast nærmast beint í andlitið á lívfrøðinginum Bjarna Mikkelsen, sum rann avstað, hava ferðast kring allan heimin og eru sæð av nógvum milliónum fólkum.<ref>[http://aktuelt.fo/midlar+um+allan+heim+hava+vist+avgustin+sum+brast.html Aktuelt.fo, Miðlar um allan heim hava víst avgustin sum brast]</ref> Bjarki arbeiðir sum freelance upptøkumaður fyri Kringvarpið, sum henda dagin, tá ið hvalurin brast. Hann hevur eisini gjørt reklamufilmar, tónleikavideo, kunnandi filmar um heilsu, ferðavinnufilmar o.a.<ref>[http://www.linkedin.com/pub/bjarki-thomsen/7/500/986 Linkedin.com, Bjarki Thomsen]</ref> Í 2011-12 gjørdi hann stuttfilmin ''Ongin konflikt'',<ref>[https://www.youtube.com/watch?v=HUCEcKwcjhA Forfilmur til Ongin konflikt, á YouTube.com]</ref> sum varð frumsýndur í Montenegro í 25. oktober 2012.<ref>[https://www.facebook.com/pages/Ongin-Konflikt-No-Conflict-short-film-by-Bjarki-Thomsen/153873971369863 Facebook.com, Ongin konflikt]</ref>