Munurin millum rættingarnar hjá "Astrid Andreasen"

Content deleted Content added
{{infobox/article/human}}
Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''Astrid Jóhanna Andreasen''' (fødd [[1948]] í [[Vestmanna]]) er ein føroysk listakvinna, vísundaligur teknari<ref>[http://www.b.dk/boeger/kunstneren-med-mikroskopet b.dk - Kunstneren med mikroskopet]</ref> og frímerkja-myndprýðari. Hon hevur serstakliga lagt seg eftir at tekna djór, serliga fiskar og onnur havdjór. Hon varð útbúgvin sum hondarbeiðslærarinna í 1968 frá Kerteminde Husflidsskole. Í 1982 fór hon á [[Aarhus Kunstakademi]], og seinni hevur hon lært vísindaliga tekning á Jerlesborgskúlanum og á Tjernø Marinbiologiska Station í [[Svøríki]]. Astrid er ein fjøltáttað listakvinna. Hon hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði, og hevur m.a. teknað eina ørgrynnu av teimum føroysku fiskunum, fuglunum, blómunum og tarunum. Verk hennara eru gjørd úr alskyns tilfari, líka frá silki til jarntráð. Eisini eru fleiri av verkunum bundin úr føroyskum tógvi við teimum eyðkendu føroysku bindingarmynstrunum. Astrid hevur í meira enn 20 ár starvast á Náttúrugripasavninum (nú Søvn Landsins) sum vísundaligur teknari.<ref>[http://www.savn.fo/00003/00474/00544/ savm.fo - Starvsfólk á Søvnum Landsins]</ref>