Munurin millum rættingarnar hjá "Zacharias Zachariassen"

Content deleted Content added
Rættað stavifeilir og broytt 40 ár til 45 ár.
{{infobox/article/human}}
Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''Zacharias Zachariassen''' (føddur í Gøtu í 1935) er føroyskur trúðboðari. Hann er búsitandi í [[Norðagøta|Norðragøtu]]. Hann hevur verið virkin í andaligum virki í yvir 50 ár. Z. Zachariassen hevur verið blaðstjóri í umleið 45 ár, fyrst á Røddini saman við øðrum og síðani á Leirkerinum. Leirkerið er eisini heiti á forlagnum, sum Z. Zachariassen hevur saman við beiggja sínum Flóvin Tyril. Eisini hevur hann skrivað nógvar bøkur við andaligum, ella samkomuligum innihaldi, nevnast kann ''Jeremias- hin grátandi profeturin'', ''Bíblian á føroyiskum í hálva øld'' og ''Frá penni [[Petur William Háberg|Petur Hábergs]]'', sum er í tveimum bindum. Zacharias hevur eisini umsett nógvar sangir og sálmar til føroyskt, umframt at hava yrkt nógv av føroyskum sangum og sálmum, hesir verða serligani brúktir í [[Brøðrasamkoman|brøðrasamkomum]] í Føroyum.