Munurin millum rættingarnar hjá "Martin Joensen (rithøvundur)"

{{infobox/article/human}}
s (Tók burtur rættingar hjá 88.85.43.70 (kjak) til seinastu versjón hjá EileenSanda)
({{infobox/article/human}})
{{infobox/article/human}}
[[Mynd:Martin Joensen Memorial Stone Sandvík Faroe Islands.JPG|thumb|Minnisvarði í Sandvík til minnis um Martin Joensen.]]
'''Martin Joensen''' er føddur [[19. apríl]] [[1902]] í [[Sandvík]], deyður [[25. desember]] [[1966]], sonur [[Louisu Joensen]] úr [[Sandvík]]. Var giftur við [[Linu Bjørgheim]] úr [[Tórshavn]]. Martin tók læraraprógv á [[Føroya Læraraskúla]] [[1926]] og var lærari fyrst á [[Akrar|Økrum]], í [[Víkarbyrgi]] og í [[Sandvík]] og síðan á [[Tvøroyri]] [[1944]]-[[1964|64]], tá ið hann vegna sjúku legði frá sær.<ref>[http://www.snar.fo/alfroei/alfroei/rithoevundar/joensen_martin_sandvik/ Snar.fo]</ref> Hann var á ársskeiði á [[DLH]] [[1938]]-[[1939|39]] og [[1960]]-[[1961|61]]. Martin var deknur í [[Sandvík]]ar [[Kirkja|kirkju]] í 14 ár. Eitt skifti var hann limur í sóknarstýrinum fyri [[Hvalbiar kommuna|Hvalbiar]] sókn. Hann skrivaði eina mongd av greinum og stuttsøgum í bløð og tíðarrit og barnasøgur í barnabøkur og bløð. Martin var blaðstjóri á [[Sosialurin|Sosialinum]] í nøkur ár. Hann hevur skrivað hesar bøkur: Skaldsøgur: "Fiskimenn" [[1946]], "Tað lýsir á landi" [[1952]]. Stuttsøgusøvn: "Útrák" [[1949]], "Klokkan ringir" [[1962]], "Heimadoktarin" [[1977]], "Gamli maðurin og varðin" [[1977]]. Ein minnisvarði er reistur í Sandvík til minnis um Martin Joensen.
Dulnevndur brúkari