Munurin millum rættingarnar hjá "Rannvá B. Andreasen"

Content deleted Content added
{{infobox/article/human}}
Linja 1:
{{infobox/article/human}}
[[Mynd:Rannvá Andreasen.jpg|200px|thumbnail|Rannvá Andreasen, 2013]]
'''Rannvá Biskopstø Andreasen''' (fødd [[10. november]] [[1980]]) er ein føroyskur fótbólsleikari. Hon spælir við [[KÍ (kvinnur)|KÍ]] og føroyska kvinnulandsliðnum. Saman við Randi Wardum og Malenu Josephsen hevði hon hevur spælt flestar dystir á [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|føroyska kvinnulandsliðnum]], hin 28. november 2012 høvdu tær tríggjar spælt 25 dystir fyri Føroyar. Í november 2013 hevur Rannvá leikt 30 landsdystir, ein dyst færr enn Malena og Randi, sum tá høvdu leikt 31 landsdytstir. Rannvá er toppskorari á [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|landsliðnum]] við 18 málum (november 2013).<ref>[http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=704 FSF.fo] Landsliðsleikarar 1995-2012</ref> Hon hevur skorað sera nógv mál fyri KÍ og hevur fleiri ferðir fingið gylta skógvin, tí hon hevur verið toppskorari. Hon var vald til ársins leikara 2010 í kvinnufótbólti í sendiningi Hvonn Live hjá Rás 2. Hon var ársins toppskjútti við 27 málum.<ref>[http://www.kvinnufotbolt.com/index.php?option=com_content&view=article&id=408:rannva-arsins-leikari&catid=37:foroysk-tieindi&Itemid=73 Kvinnufotbolt.com] Rannvá ársins leikari</ref> Í 2003 skoraði hon 55 mál tilsamans, harav vóru 6 mál skotin í steypakappingardystum og eitt mál í undanumfari í bólki 8 móti FC Codru. Í 2012 skeyt hon í alt 37 mál, harav vóru 31 í landskappingini, 4 í steypakappingini og 2 mál í undanumfari, bólki 6 móti Ada Velpoje.<ref>[http://www.faroesoccer.com/player.php?teamID=3502&playerID=1448 Faroesoccer.com] Rannvá B. Andreasen</ref>