Munurin millum rættingarnar hjá "Monako"

1 byte tikið burtur ,  4 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
(nýggj infoboks)
s
 
}}
 
'''Fúrstadømi Monako''' ([[Franskt mál|franskt]]: ''Principauté de Monaco'') ella bara '''Monako''', er næstminsta landið í heiminum. Eisini er tað næst tættastnæsttættast bygda landið í heiminum; næst-fjølbygdasta landið í verðini er tað lítla fúrstadømið Monako. Tað er alt ein býur, sum síðan 1297 hevur verið eitt sjálvstøðugt ríki. Landið er einans 1,95 km<sup>2</sup> til støddar, og har búgva uml. 35 000 fólk. Um fólkið í [[Føroyum]] skuldi búð líka tætt, so hevði tað svarað til, at øll 49 000 kundu búð í [[Stóra Dímun|Stóru Dímun]]. Lítla ríkið Monako er á [[Miðjarðarhav]]sstrondini, tætt við [[Italia|italska]] vesturmarkið. Mitt inni í landinum er býurin [[Monte Carlo]], kendur fyri sítt spælikasino og [[Grand Prix]]-kappkoyringina. Monako er frælst fúrstadømi, og síðan 1297 hevur [[Grimaldi-ættin]] stýrt landinum.
 
Frá [[1641]]-[[1817]] var Monako saman við [[Frakland]]i. Bara lítil partur av fólkinum er úr Monako; meiri enn helmingurin eru franskir borgarar. Lýggja veðurlagið í Monako og glæsiliga umdømi landsins draga túsundtals ferðafólk. Nógv ríkfólk flyta hagar at búgva, tí skatturin er lágur. Mong teirra hava stórar stuttleikabátar liggjandi fyri teymi í gomlu havnini. Monako er eisini altjóða handilsmiðdepil.
2,766

rættingar