Munurin millum rættingarnar hjá "Funkies"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
'''Funkies''' var ein føroyskur rock tónleikabólkur úr [[Tórshavn|Havn]] í 1980-árunum. Forsangarin í bólkinum var Óla Hans Andreasen, sum eisini skrivaði løgini og spældi guitar. Dreingirnir í Funkies vóru vinmenn og høvdu spælt saman frá tí at teir vóru um 10- ára aldur og gingu á Venjingarskúlanum. Hinir vóru m.a. Hans Andreas, Terji Rasmussen og Sámal Petersen. Suni Merkisstein tosaði við Óla Hans og við Terja í sendingini Minnist tú enn, sum varð víst í Kringvarpinum í 2013, tá segði Óla Hans, at hann sum 10- ára gamal hevði hoyrt [[Dire Straits]] fyri fyrstu ferð, og hevði avgjørt at hatta vildi hann læra seg at spæla. Teir í Funkies byrjaðu at spæla til dans longu sum 13- ára gamlir, teir spældu fyrstu ferð til dans í Virkinum á Sandi í november 1979, síðan spældu teir næstan hvørt vikuskifti ymsastaðni. Páll Arge, sum tá átti og rak Plátubarrina, bjóðaði sær til at geva út eitt staklag við Funkies. Tveir sangir, sum Óla Hans hevði skrivað vóru tiknir upp í upptøkuhølinum hjá Milson Andreasen, og á heysti 1981 kom plátan út. Teir góvu út seinnu stakplátuna í 1983, tá vóru nýggjur limur komnir í bólkin, Magnus Johannesen, ljómborðsspælari.<ref>[http://kvf.fo/netvarp/sv/2013/11/21/minnist-t-enn-6 kvf.fo, Minnist tú enn? (6:13)]</ref> Óla Hans Andreasen er beiggi [[Linda Andrews|Lindu Andrews]], sum vann donsku sangtalentkappingina [[X Factor (Danmark)|X-Factor]] og faðir Hans Edward Andreasen, forsangara í [[The Dreams]]. Terji Rasmussen er seinni kendur frá [[Frændur|Frændum]], Terji og Føstufressar og øðrum.
 
== Limir í bólkinum ==