Munurin millum rættingarnar hjá "Føroysk Wikipedia"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
'''Føroysk Wikipedia''' er tann [[Føroyskt mál|føroyskmæltað]] útgávan av tí alheimsfevnandi [[alfrøði]]-verkætlanini [[Wikipedia]]. Fyrsta greinin varð skrivað hin 30. mai 2004 av týskaranum [[Brúkari:Arne List|Arne List]], sum upprættaði eina grein um [[Føroyar]]. Tríggjar vikur seinni, hin [[20. juni]] [[2004]], varð forsíðan á tí føroysku Wikipedia upprættað av føroyska dulnevnda brúkaranum [[Brúkari:Quackor|Quackor]] og pr. 6. apríl‎ 2013 vóru tilsamans 6.000 greinar á føroysku Wikipediu, tað vóru 279.154 rættingar, í meðal vóru tað framdar 16,90 rættingar pr. síðu. Tað vóru 9.011 skrásettir brúkarar, harav 47 brúkarar vóru aktivir teir seinastu 30 dagarnir, har vóru 40 bottar, 8 umboðsstjórar (administratorar) og tveir embætisstjórar (bureaukratar). Føroyska Wikipedia hevur nú '''{{NUMBEROFARTICLES}}''' greinar (hetta talið verður dagført sjálvvirkandi).
 
Hin 29. mai 2014, dagin fyri 10- ára stovningardagin hjá føroysku Wikipediu, var grein nummar 10.000 skrivað, tað var ein grein um [[Reimund Langgaard]], sum er [[Løgtingslimir í Føroyum 2011–2015|løgtingslimurløgtingsmaður]] fyri Sambandsflokkin.
 
[[Grønlendsk Wikipedia]] ([[:kl:]]) hevði hin 30. mai 2014 tilsamans 1 606 greinar, [[Íslendsk Wikipedia]] ([[:is:]]) hevði tá 37.500 greinar, [[Donsk Wikipedia]] ([[:da:]]) hevði tá fleiri enn 188 000 greinar, meðan [[Norsk Wikipedia]] ([[:no:]]) (bokmål) hevði 420.628 greinar. Nynorsk Wikipedia hevði 113.896 hin 30. mai 2014. [[Svensk Wikipedia]] er tann størsta av teimum norðurlendsku, hon kom upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum í juni 2013. Í mai 2014 hevði tann svenskmælta Wikipedia 1.622.700 greinar.