Munurin millum rættingarnar hjá "Malla Samuelsen"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) sNo edit summary |
No edit summary |
||
Linja 2:
== Lívsleið ==
Malla vaks upp á Kirkju. Hon var dóttir Susanne Elisabeth Zachariasen (1885-1919) og Petur Pauli Poulsen (1881-1957). Tá Malla var 8
Í 1952 var Malla ein av stigtakarunum til [[Kvinnufelagið í Havn]]. Hon sat í nevndini í fleiri ár og eisini sum formaður nøkur ár. Tær í kvinnufelagnum meintu, at kvinnur eisini áttu at luttaka aktivt í politikki, og tá listarnir ið vóru frammanundan ikki so fegnir vildu hava kvinnur á listan, so gjørdu tær sín egna lista við Mallu sum høvuðsvalevni til býráðsvalið í 1956, hon hevði annars tilknýti til [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]]. Malla varð vald inn í Tórshavnar býráð og gjørdist limur í fleiri av teimum føstu nevndunum. Alt valskeiðið til 1960 var hon forkvinna fyri Sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð. Kvinnulistin stillaði aftur upp til næsta býráðsval, men tá høvdu hinir listarnir eisini fingið nakrar kvinnur á teirra listar. Tað eydnaðist tó ikki nakrari av teimum at verða valdar tá. Í 1964 tók hon sæti sum varafólk á Løgtinginum, og gjørdist harvið fyrsta føroyska kvinna ið tók sæti har. Tað gingu tó 14 ár, áðrenn tær fyrstu kvinnurnar vóru valdar beinleiðis inn á [[Føroya Løgting]], tað var í 1978, tá [[Jona Henriksen]] og [[Karin Kjølbro]] vóru valdar á ting.
|