Lat upp høvuðsmeny

Broytingar

1 byte lagt afturat ,  3 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
| løgmaður = [[Matteo Renzi]]
| fullveldi = [[17. mars]] [[1861]]
| vídd = 301. 338
| vatn = 2,4
| íbúgvar = 60 021 955
}}
 
'''Italia''' ([[Italskt mál|italskt]]: ''Repubblica Italiana'') er lýðveldi í [[Evropa]]. Italia hevur mark við [[Frakland]] í vestri, [[Sveis]] og [[Eysturríki]] í norði og [[Slovenia]] í eystri. Tveir lítlir statir eru í Italia, [[San Marino]] liggur mitt í Italia í fjallarøðini Apenninunum, umleið mitt ímillum [[Róm]] og [[Venesia]]. [[Vatikanið]] liggur í høvuðsstaði Italiu, Róm. Nakrir av størru býunum í Italia eru [[Milano]], [[Firense]], [[Torino]], [[Napoli]], Róm og Venesia. Landið hevur umleið 60 mió. íbúgvar. Høvuðsmálið er [[Italskt mál|italskt]]. Árðenn 1861 vóru tað fleiri smá lond í tí sum nú er Italia, men í 1861 savnaði kongurin á Sardina, Victor Emanuel 2, øll hesi til eitt stórt kongaríkikongsríki. Italia var eitt kongsríki til 1964, tá landið gjørdist lýðveldi.
 
Italia er land við ríkari [[Søga|søgu]], og serliga tvey tíðarskeið: [[Rómverjaríkið|Rómverjatíðin]] í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í [[15. øld]], hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri [[Búskapur|búskaparligi]] munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini.
== Politikkur ==
[[Mynd:Matteo Renzi cropped.png|200px|thumbnail|[[Matteo Renzi]], forsætisráðharri síðan 22. feb. 2014.]]
Italia hevur verið ein einarstatur og parlamentariskt lýðveldi síðan 2. juni 1946, tá tey fóru burtur frá kongsríkinum sum stýrisformi, hetta hendi við einari fólkatkvøðu í 1946. Forsetin í Italia, sum í løtuni er [[Giorgio Napolitano]], sum hevur sitið síðin 2006, er hægsti myndugleiki í landinum. Forsetin er valdur í eitt 7- ára tíðarskeið av tjóðartinginum í Italia. Italia hevur eina skrivaða fólkaræðiliga grundlóg, sum var úrslit av arbeiðinum hjá tí grundlógargevandi forsamlingini, ið arbeiddi við hesum frá 1946 til 1948, tað var ein samantvinnan av øllum anti-fasista kreftunum sum luttóku í at stríðnum fyri at berja niður Nazistar og Fasistar undir borgarakrígnum í Italia.<ref>Smyth, Howard McGaw [http://links.jstor.org/sici?sici=0043-4078(194809)1%3A3%3C205%3AIFFTTR%3E2.0.CO%3B2-O Italy: From Fascism to the Republic (1943–1946)] ''The Western Political Quarterly'' vol. 1 no. 3 (pp. 205–222), September 1948</ref>
 
=== Stjórn ===
2,693

rættingar