Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 246:
|'''67,5%'''  
|}
 
== Kennir tú eitt føroyskt orð fyri Trainee innan súkkling? ==
 
Hey Benadikt. Eg eri biðin um at týða nøkur orð til føroyskt innan súkkling, tað er til nýtslu í greinum innan súkkling. Tað er soleiðis, at nakrar fyrimyndir (skapilónir) nú liggja á Wikidata og bert skulu rættast har, tí hava tey brúk fyri orðum á øllum málum, ið fara at skriva um súkkling á Wikipedia. Tað er m.a. orðið Trainee, ið eg ikki kenni nakað føroyskt orð fyri. Tú kanst síggja frágreiðing um tað á týsku Wikipedia: [[:de:Stagiaire (Radsport)]] og á donsku Wikipedia: [[:da:Stagiaire (cykelsport)]] - danir nevna tað við franska orðinum "stagiaire", tað haldi eg ikki vit nýta á føroyskum, men eg veit heldur ikki, hvat ið vit so nýta. Sprotin hevur onki uppskot til júst hetta, har stendur bara "næmingur", læknastudentur, og nýliðið (nýinnkallaður hermaður). Hevði tað verði rættast bara at nýta orðið "næmingur"? Eg nýtti eitt orð ið eg fann uppá: "royndarsúkklari", men tað er nokk ikki rætt at gera tað. Hvat heldur tú? Hevur tú nakað uppskot? --[[Brúkari:EileenSanda|EileenSanda]] ([[Brúkarakjak:EileenSanda|kjak]]) 14. mai 2016 kl. 06:11 (UTC)