Munurin millum rættingarnar hjá "Jógvan Joensen"

Content deleted Content added
Linja 7:
Jógvan kom ikki í vandaøkið (farezonen) aftur í X-Factor. Hann framførdi lagið "Radioactive" hjá Imagine Dragons í triðju vikuni, "Når tiden går baglæns af" hjá Clara Sofie og Rune RK í fjórðu vikuni, "Creep" hjá [[Radiohead]] í fimtu vikuni. Í sættu vikuni vóru tað hyggjararnir einsamallir, ið avgjørdu, hvørjir trýggir luttatakarar av teimum fýra ið vóru eftir, sluppu víðari til finaluna. Øll skuldu syngja tveir sangir, annar var hyggjaraval og hin var dómaraval. Line hevði valt sangin hjá [[Teitur Lassen|Teitur]], ''Josephine'', til Jógvan, hyggjararnir høvdu valt sangin "Use Somebody" hjá [[Kings of Leon]]. Tað endaði við, at teir vælumtóktu Citybois vóru atkvøddir út, meðan Jógvan (25 ár), Emilie Esther (15 ár) og bólkurin Ivarsson, Bang & Neumann sluppu víðari til finaluna. Finalan varð hildin í Boxen í Herning, hin 27. mars 2015, fyrst bleiv ein av teimum trimum atkvøddur út av hyggjarunum við sms-boðum og við at nýta X-Factor appina. Jógvan sang Yellow hjá Coldplay og so sang hann saman við danska tónleikabólkinum [[Ulige Numre]]. Jógvan og Emilie Esther sluppu víðari. Til seinast skuldu tey syngja sangir, ið tey sjálvi høvdu skrivað, sonevndir vinnarasangir. Jógvan hevði skrivað sín sum 15-ára gamal, sangurin eitur ''Best Kept Secret''. Í sendingini segði hann, at Line hevði hjálpt honum við sanginum, Line segði, at Jógvan átti umleið 2/3 av endaliga sanginum. Tá ið atkvøðurnar vóru upptaldar, vísti tað seg, at tað gjørdist Emilie Esther, ið vann X-Factor Danmark 2015, meðan Jógvan gjørdist nummar tvey.<ref>[http://ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/tv/jogvan-jeg-har-det-fint-med-andenpladsen/5500408 ekstrabladet.dkJógvan: Jeg har det fint med andenpladsen]</ref>
 
=== Eftir X-Factor ===
Í desember 2015 útgav hann sína fyrstu EP. Hon varð útgivin av [[Tutl]] og hevur heitið ''Love That You Love''. EP'in inniheldur fimm sangir, harav fýra eru á enskum og ein á føroyskum. Maria Ljósá syngur duet og kór. Jógvan skrivað tveir av sangunum saman við systir sínari, Kristinu. Aðrir tónleikarar á útgávuni eru Andrias Tykjær Restorff á cello, [[Mikael Blak]] á bass og [[Høgni Lisberg]] spælir trummur og onnur ljóðføri. [[Jens L. Thomsen]] hevur blandað, og mastring er gjørd av Glenn Schick Mastering.<ref>[http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/12/10/kvrnin-love-you-love-vi-jgvan-joensen kvf.fo - Kvørnin: "Love That You Love" við Jógvan Joensen]</ref>