Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
→‎Politikkur: dagføring
→‎Politikkur: rættingar, tó er ringt at finna nakra keldur um hesi viðurskifti
Linja 176:
Landið hevur egið lóggávuting, [[Løgting]]ið, og [[Merkið|egið flagg]]. Politiskt eru Føroyar skipaðar við [[løgting]]i, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og [[Føroya Landsstýri|landsstýri]], ið hevur útinnandi valdið um hendi. Føroya Løgting verður valt av fólkinum, valrættaraldurin er 18 ár. Eftir løtingsval verður nýggj stjórn sett saman av flokkum ið undir samráðingum gerast samdir um hvør politikkur ið skal førast næstu fýra árini. Hesir flokkar skulu helst hava meirilutan í løgtinginum, tað er ikki vanligt í Føroyum at hava minnilutasamgongur. Tá ið nýggj samgonga er skipað, hava stjórnarflokkarnir valt [[Løgmaður|løgmann]] og landsstýrisfólkini úr teirra flokkum. Landsstýrisfólkini kunnu saman við løgmanni vera í minsta lagi tríggir og hava onkuntíð verið upp til nýggju við løgmanni. Løgmaður er hægsti føroyski embætismaður, og hann er formaður fyri [[Føroya Landsstýri]], sum er hægsta føroyska ráð. Til danska fólkatingið velja føroyingar tveir limir. Valrættaraldurin til løgtingið og fólkatingið er 18 ár. Til øll politisk val í Føroyum hava kvinnur valrætt, og kvinnur kunnu eins og menn veljast til øll álitsstørv.
 
Oyggjarnar eru skipaðar í seks [[Sýsla|sýslur]], tó hava sýslurnar ikki longur sama týdning sum fyrr. TærSýslurnar gomluverða sýslurnarnevndar vóruí fleiri lógum, t.d. í grindalógini. Sýslurnar eru: Streymoyar sýsla, Sandoyar sýsla, Suðuroyar sýsla, Norðoya sýsla, Eysturoya sýsla og Vága sýsla. Tað varer serliga innan løgregluna, at tosað var um sýslurnar, har ið hvør sýsla hevði sín sýslumann. Løgreglan, ið er donsk, valdi at gera bygnaðarbroytingar og umskipa sýslumannaembætið nøkur ár eftir, at Føroyar varð bundið meira saman við fyrst Vágatunlinum og síðan Norðoyatunlinum. Tað varð vorði lættari at ferðast millum hesi øki í landinum, og hildi var, at tí var ikki neyðugt longur at hava seks sýslumenn. Bygnaðarbroytingarnar komu í gildi frá 1. apríl 2010 og størsta broytingin var, at Føroyar vóru skipaðar í trý politiøki: Norðurøki, Miðøki og Suðurøki við hvør sínum økisleiðara og varaleiðara. Meiningin var fyrst at avtaka sýslumansembætið, men av tí at fleiri føroyskar lógir nevna uppgávur hjá sýslumanninum, kundi løgreglan ikki bara avtaka hetta embætið. Nú eru 5 sýslumenn settir at røkja sýslumansuppgávurnar í teimum trimum politiøkjunum, sum hava 6 sýslur.<ref>[http://www.heimabeiti.fo/default.asp?page=3&id=348 heimabeiti.fo - Nýggir sýslumenn settir]</ref> Norðurøki er Norðoyggjar og Eysturoy. Miðøki er Streymoy, Sandoy og Vágar og smærru oyggjarnar. Suðurøki er Suðuroy og Lítla Dímun.
Nú eru eisini 5 sýslumenn settir at røkja sýslumansuppgávurnar í teimum trimum politiøkjunum, sum hava 6 sýslur. Norðurøki er Norðoyggjar og Eysturoy. Miðøki er Streymoy, Sandoy og Vágar og smærru oyggjarnar. Suðurøki er Suðuroy og Lítla Dímun.
 
Í mars 2014 samtykti løgtingið, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita. Løgtingið samtykti í apríl 2014 Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og Løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. Tað var [[Annika Olsen]], táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, ið tók stig til tað. Ætlan hennara var fyrst, at kommunusamanlegging skuldi fremjast fyrst, soleiðis at tað bert fóru at vera fáar kommunur í Føroyum. Men tað fekst ikki meiriluti fyri kommunusamanlegging, og á fólkaatkvøðu søgdur føroyingar nei til kommunusamanlegging. Eldrøkið varð lagt út til kommunurnar frá 1. januar 2015. Økini eru ikki sýslurnar men nýggj øki.