Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 29:
}}
 
'''Føroyar''' ([[Danskt mál|danskt]]: ''Færøerne'') (62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í [[Atlantshav|Norðuratlantshavi]]. Føroyar eru partur av [[Norðurlond]]um, staddar í [[Evropa|Norðurevropa]] og eru limur í [[Ríkisfelagsskapur|Ríkisfelagsskapinum]]. Føroya íbúgvar verða nevndir ''føroyingar'', og tungumál føroyinga er [[Føroyskt mál|føroyskt]]. Føroyska flaggið verður nevnt [[Merkið]] og [[Skjaldarmerki Føroya|føroyska skjaldarmerkið]] ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið [[løgting]] og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í­­ [[ES]], hóast [[Danmark]] er.
 
Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri [[Hetland]], 430 km frá [[Ísland]]i og 575 km vestan fyri [[Noreg]]. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km<sup>2</sup> til samans. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt.