Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Linja 93:
Føroyingar eru sambært Føroyingasøgu, eru tí føroyingar ættaðir úr Noregi. Av fyrstan tíð hava føroyingar havt sama sið, mentan og mál sum aðrir norðbúgvar í til dømis Noregi og Íslandi, men síðan hevur málið broytt seg og nøkur ár hundrað seinni, kann føroyska málið sigast at vera sítt egið, tí tað hevur skilt seg so mikið frá hinum. Somuleiðis broytti mentan og siður seg við tíðini og nøkur ár hundrað seinni, høvdu føroyingar skilt seg frá norðmonnum og íslendingum, og kundu har við kallast føroyingar av røttum. Málið æt í landnámstíðini donsk tung og varð talað í Danmark, Noregi, Føroyum og Íslandi. Málið í Svøríki minti um, men var øðrvísi við eysturlendskum orðum og framburði. Orsakað henda uppruna, er føroyska málið nærskylt íslendskum og í minni mun summum bygdarmálum í Vesturnoregi. Í skrift er málið mest líkt íslendskum og eitt sindur nýnorskum. Eisini líkjast siðir íslendinga og norðmanna mest føroyinga siðum. Seyðarhøvd verður etið í Noregi og Íslandi til dømis.
 
Í 2014 var 88,67% av fólkinum føtt í [[Føroyar|Føroyum]], 7,3% í [[Danmark]], 0,5% í [[Ísland|Íslandi]], 0,37% í [[Noreg|Noregi]] og 3,17% aðrastaðni.<ref>[http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/ibugvar-og-val/folkatal hagstova.fo]</ref>
 
=== Navnasiður ===