Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Moeng (kjak | íkøst)
s update
Linja 47:
[[Vatikanið|Vatikanríkið]] fær pæturspengar/rómaskatt úr Føroyum fyri árini 1319-1326. Rómaskatt guldu húsbøndur við ávísari ogn. At rokna eftir hesi uppgerðini vóru tá í minsta lagi 270 sjálvstøðug hús við hesi áogn í Føroyum. 1380 fylgja Føroyar við Noregi undir [[Danmark|danskan]] kong. Eftir [[trúbot]]ina 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir [[Bergen]]s biskupi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgir handilin við Føroyar úr [[Bergen]] til [[Keypmannahavn]]ar. 1620 kemur Føroya kirkja undir [[Sæland]]s biskup.
 
Í [[Gablatíðin]]i 1655-1709 fær [[Kristoffur Gabel]] Føroyar í len. 1662 fær hann, og seinni sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin [[Lucas Debes]] bókina ''Færoæ et Færoa reserata''. Eldur er í í [[Tinganes]]i, og flestu bygningar handlisins brenna í grund. 1688 verður [[Norska Lóg|Norsk Lóg]] galdandi í Føroyum. Stóra turkaránið er í [[Hvalba]] í 1629. [[Sjórænarar]] á tveimum skipum úr [[Algeria]], ið tá var partur av [[Turkaland|turkiska]] [[Osmanska ríkið|Osmannaríkinum]], drepa 6 fólk og taka fleiri enn 30 konur og børn við sær til trælamarknaðin í [[Afrika|Norðurafrika]]. Annað skipið fer á land í [[Hvalba]] og gerst vrak. Helst høvdu hesi somu skip í 1627 rænt 250 fólk í Íslandi; 35 [[Ísland|íslendingar]] vórðu seinni leyskeyptir úr [[Trælur|trældómi]]. Men eingin føroyingur kom aftur.
 
[[Seyðabrævið]] verður týtt til [[Danskt mál|danskt]] í 1637. Nú hava [[Danmark|danskir]] myndugleikar ikki longur skilt tað [[Norrønt|norrøna]] málið. [[Seyðabrævið]] var í gildi, til [[Hagalógin]] kom í 1886. Síðan 1709 er kongligur einahandil. [[Rybergs handil]] er 1768-1788 í Vágsbotni, [[Tórshavn]]. Føroyingar læra at salta sild, og [[klippfiskur]] verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir [[Sæland]]s stiftsamt. 1781-1788 er føroyaferð [[Jens Christian Svabo|Jens Christians Svabos]], sum skrivar bókina ''Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-1782''.