Munurin millum rættingarnar hjá "Múli"

Content deleted Content added
Jagldýr (kjak | íkøst)
s geobox
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 25:
|
}}
'''Múli''' er ein bygd á [[Borðoy|Borðoynni]]. Múli er ein gomul og søgulig bygd, sum hevur verið búpláss í [[miðøld]]. Hetta vita vit, tí hon er nevnd í [[Hundabrævið|Hundabrævinum]]. Hon liggur norðan til á Borðoynni. Har búði m.a. kendi gandakallurin [[Guttormur í Múla]]. Hóast tað ongantíð hava búð nógv fólk í Múla, er bygdin væl kend - ikki minst frá Guttormi í Múla. Hann skuldi vera løgkønurlógkønur, men eisini duga gand. Seinastu ártíggjuni er fólkatalið støðugt minkað. Seinastu fastbúgvandi fólkini, Andrea- og Hans Jacob Frederiksen, fluttu úr bygdini í 1992. Í Múla eru fýra hús, men tey standa øll tóm.

 
Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við [[Hvannasund]] til [[Hvannasunds kommuna|Hvannasunds kommunu]]. Hesar seks bygdirnar eru Múli, Hvannasund, [[Norðdepil|Norðdepli]], [[Fossá]], [[Norðtoftir]] og [[Depil|Depli]]. Hvannasunds kommuna hevur í 2007 fingið veganøvn og húsanummur. Av hesi orsøk er eisini staðfest, at í Múla eru fýra hús, sum hava hvør sítt húsanummar. Ikki óvæntað verður tann átta kilometrar langi vegurin úr Norðdepli og norður til Múla kallaður Múlavegur. Endamálið við at hava allar hesar adressurnar er, at tað skal vera bæði lætt og skjótt at finna vegin fram um hetta gjørdist bráðneyðugt. Her kann til dømis verða talan um brandbil, sjúkrabil ella [[Løgregla|løgreglu]], men eisini hjá hýruvognum, [[Læknar|lækna]] og vanligum fólki.
Linja 52:
== Postur ==
[[Mynd:MULI5 1~1.JPG|thumb|right|250px|Húsini "Har Frammi" úr Múla. Tikin niður í 1959 og bygd uppaftur á [[Frilandsmusset]] í 1961.]]
Í byrjaninifyrstuni varð posturin til Múla lagdur til heintingar inni í [[Hvannasund]]i. Tann 1. oktober 1926 verður Olaf Andreasen settur sum postskiftismaður í Múla. Tann 7. oktober 1968 fær aðalstýrið boð um, at Olaf Andreasen er deyður, og at bróður hansara, Eliesar Andreasen, fyribils hevur tikið sær av postinum, men av tí at hann ikki er sinnaður at halda fram, verður Gunleyg Ritter sett sum postskiftiskvinna í Múla frá 1. august 1968. Ritter er dóttir Andreu og Hans Jacob Fredriksen í Múla. Seinast í [[1970-árini|1970-árunum]] flytur hon úr Múla inn í [[Norðdepil]] at búgva. Eftir hetta tekur móðir hennara, Andrea Fredriksen sær av postinum og í mars 1984, verður hon formliga sett sum postskiftiskvinna í Múla. Sambært skjølum hjá postverkinum fær Andrea Fredriksen farloyvi frá postinum 1. februar 1988 og árið út. Hon fær aftur farloyvi frá 1. januar til 31. desember 1989.
 
Posthúsið í Múla letur aftur í 1992. Tá býr ongin í Múla longur. Skjølini hjá postverkinum siga onki um, hvør hevur havt ábyrgdina av postinum frá 1. januar 1990 til posthúsið verður latið aftur í 1992.