Munurin millum rættingarnar hjá "Guttormur Andrasson"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
 
Linja 1:
'''Guttormur Andrasson''' (doyði [[1572]] í [[Bergen]]) var [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]] [[1544]] - [[1571]]. Hann var sonur [[Andras Guttormsson]] [[Løgmaður|løgmann]] úr [[Sumba]], og var faðir [[Ísak Guttormsson]], ið eisini gjørdist løgmaður Føroya.
 
Laðangarsbóndin Jenis Símunarson stevndi Andras Guttormsson fyri konginum í [[Danmark]]. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur Andrasson, ferðina uppá seg. Tá ið løgmanssonurin kom inn á slottið hjá kongi, rætti hann eitt silvursteyp fram, fult av peningum, í bøtur fyri faðir sín, men kongur vildi ikki taka við tí. Føroyingurin varð standandi og rætti armin út alla tíðina — steypið hevði hann í hondini. Í endanum bliknaði hann, og armurin vildi signa. Tá tók drotningin ein stól og skeyt inn undir armin á honum. Kongur blíðkaðist eitt sindur, fór til hansara og spurdi hann um eina sak, sum hann helt ímóti ráðnum einsamallur, hvat hann hugsaði um hana. Løgmanssonurin segði, at hann var so ungur og visti so lítið enn, men eitt visti hann: at tað var lóg í landinum, sum Gud og kongurin vildu. So varð vitni tikið av honum við tað sama: hann skuldi prógva tað innan fjórða dag, segði kongur. Guttormur settist at blaða í løgbókini og blaðaði í tvey samdøgur, men fann einki. Í endanum kom máttloysi á hann, hann slummaði fram á borðið sum hann sat og droymdi at hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta blaðið umaftur. Hann so gjørdi, tá ið hann vaknaði, fann hvar tað stóð og breyt inn fyri. Um morgunin tá ið ráðið var samankomið á slottinum, fór hann fram fyri kong og skeyt bókina til hansara og vísti honum á, fyrst konginum og so hvørjum undan øðrum. Kongur vann sakina og var nú so findarblíður við hin unga løgmanssonin aftur fyri hjálpina, at hann gav honum vald at velja sær tann besta garð, í Føroyum var, at hava til løgmansgarð og Guttormur valdi tá Steigagarð í Vágum. So mikið gjørdi sonurin, at faðirin varð sitandi í friði í sínum løgmansembæti.
Linja 22:
[[Bólkur:Løgmenn í Føroyum|Andrasson, Guttormur]]
[[Bólkur:Sumbingar]]
[[Bólkur:Andlát í 16. øld]]