Munurin millum rættingarnar hjá "Sterka Marjun"

Content deleted Content added
No edit summary
bólkar
Linja 1:
'''Sterka Marjun''' var dóttir [[Jenis Símunarsonar]] í [[Laðangarður|Laðangarði]]. Hon giftist við Símuni í Niðurhúsum, ið seinni varð bóndi í Kálgarði. Henda giftan var Jenisi hart ímóti og tí vildi hann einki geva dóttrini nakað í heimanfylgi. Men Marjun svór at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn [[Beinisvørð]]. Síðani tveitti hann henni Hargarbø.
Sterka Marjun
Sterka Marjun var dóttir [[Jenis Símunarsonar]] í [[Laðangarði]]. Hon giftist við Símuni í Niðurhúsum, ið seinni varð bóndi í Kálgarði. Henda giftan var Jenisi hart ímóti og tí vildi hann einki geva dóttrini nakað í heimanfylgi. Men Marjun svór at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn [[Beinisvørð]]. Síðani tveitti hann henni Hargarbø.
 
Óførur stimbur var í Marjuni. Hon saksaði alla Keypajørð (tríggjar gyllin), meðan hon gekk við tvíburabørnum. Tá kendi hon annan fótin tyngri á sær, segði hon.
Line 13 ⟶ 11:
Eina ferð, meðan Símun í Niðurhúsum, maður Marjunar, var í útlondum, gjørdi Jenis eitt kyrringartippi í hagaparti hansara og slepti gimbrum sínum inn. Men Marjun fór upp um næturnar og burtur í haga til at ríva tippið niður og koyra gimbrar hansara út aftur úr haga sínum. Ein morgun møtti Jenis henni, tá hon var á vegnum heim aftur og segði tá við hana, at hevði tað ikki verið fyri tað sum hon bar undir beltinum (hon var við barn), so skuldi hon farið fyri eggina. Hon bað hann koma: Hann skuldi fylgja við út av eggini.
 
Marjun hevði svorið at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørði. Tá ið tíðindi komu í Laðangarð at Marjun var deyð í barsilssong, segði Jenis við ein av húskallum sínum: “Hyggið mær út og vita um Beinisvørð stendur!” Ikki harmaði hann dóttrina meira.
 
Sterka Marjun var móðir at hinum víðagitnu [[Hargarðbrøðir|Hargarbrøðrunum]].
 
[[Bólkur:Sumbingar]]
[[Bólkur:Føroyskar sagnir]]