Munurin millum rættingarnar hjá "Sumba"

Content deleted Content added
Jagldýr (kjak | íkøst)
s geobox
No edit summary
Linja 25:
|
}}
'''Sumba''' er sunnasta bygd í [[Suðuroy]] og harvið eisini í [[Føroyar|Føroyum]]. Sumba er ein av gomlu bygdunum í [[Føroyar|Føroyum]] við fleiri býlingum og var fyrr millum tær størstu í landinum.{{tk}} Ein er býlingurin í [[Hørg]]. Úr Sumba eru nógvar sagnir uppskrivaðar, og ein teirra er "[[Hargabrøðurnir]]" synir [[Sterka Marjun]]. Hon er um fýra brøður í [[Hørg]], ið vóru tiltiknir fyri styrki. Einaferð ránsmenn úr [[Írland]]i gjørdu innrás í [[Hvalba]], var boð sent um oynna eftir hjálp. Tá kom dirvið og styrkin hjá [[Hargabrøðrunum]] væl við, so teir ikki sluppu longur suður á oynna, men vóru riknir aftur til sjós.{{tk}} Kendasta skaldið í [[Suðuroy]], [[Poul F. Joensen]] ([[1898]]-[[1970]]), var ættaður úr [[Hørg]], og hann nevndi seg viðhvørt "Hargaskaldið".{{tk}}