Munurin millum rættingarnar hjá "Sterka Marjun"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 5:
Óførur stimbur var í Marjuni. Hon saksaði alla Keypajørð (tríggjar gyllin), meðan hon gekk við tvíburabørnum. Tá kendi hon annan fótin tyngri á sær, segði hon.
 
Teir høvdu fyrr til roysnis at bróta sperrur (seyðasperrur). Eina ferð tey fingust við at bera tara í [[Sumba]], kom ein seyðasperra ið send var hagar. Henda sperran, til tjúktar sum ein kálvasperra, var farin víða um Føroyar, men eingin hevði verið førur fyri at bróta hana. Pápin kemur út á bakkan til dóttrina og heldur fyri: “Hygg Marjun mín! Her er ein sperra, sum eg havi funnið.”
“Gud fyriláti tygum! Hvussu skal eg halda á einari sperru? Eg eri so útslipað av taranum.”
”Royn tað kortini” sigur Jenis. Hon tók tá sperruna, ballaði hana inn í skjúrtafaldin, setti annan endan í síðuna og annan í lærið, bendi so á og breyt.
“Á, Marjun mín! Nú gjørdi tú øllum [[Føroyar|Føroyalandi]] fyri skommum.”
Tá segði Marjun at hevði hon vitað tað, at sperran var farin so víða um landið, so skuldi hon aldri nomið hana. “Ovgóð vart tú so at fara!” helt Jenis – Hann hugsaði um giftuna.