Munurin millum rættingarnar hjá "Gorfuglur"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 28:
 
==== Gorfuglur í Føroyum ====
Stundum hevur verið ført fram, at gorfuglur helst ikki átti í Føroyum, hóast hann varð veiddur her, men frásøgnir finnast, sum vátta at hann hevur átt í Føroyum eisini. Áðurnevndi týski fuglafrøðingurin Graba sigur í dagbók síni, at Wencelaus Hammershaimb fúti (1744 - 1828), slerdi ein gorfugl, sum bøldi einum eggi, uttaná tó at siga hvar"Vestmannaleiðini".<ref>J. Carl Julian von Graba, ''Tagebuch, geführt auf einer Reise nach Färö im Jahre 1828. Perthes & Besser, Hamburg 1830''</ref> Eystanfyri bygdina [[Hattarvík]] í [[Fugloy]] er ein rók, ið nevnist "Gorfuglarókin",<ref>Mikkjal Miðalberg, ''Staðarnøvn í Fugloy, 1996''</ref> og sambært [[Jens Christian Svabo|Svabo]] fekk føroysktføddi náttúrufrøðingurin [[Nicolai Mohr]] (1742-1790) eitt gorfuglaegg undan einum gorfugli, sum var tikin í Fugloy, hetta bendir á, at gorfuglur hevur átt í Fugloy eisini.<ref>J. Chr. Svabo, ''Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782; udgivet af N. Djurhuus. - Uforandret fotografisk genoptryk. - Kbh. : C.A. Reitzels Boghandel, 1976''</ref>. Í [[Svínoy]] sigst at staðarnøvnini ''Langa-Gorstangi'' og ''Stutta-Gorstangi'' skulu koma av eldru nøvnunum "Langi-Gorfuglatangi og Stutti-Gorfuglatangi", og [[Christian Matras]] sigur um hesar tangar í Svínoy: "''I Følge Sagnet skal Tangerne have deres Navn af Gejrfugle (gorfuglar), der holdt til her i Mængde i gammel Tid".''<ref>Christian Matras, ''Stednavne paa de færøske Norðuroyar, 1933''</ref>.
 
Semja er ikki um, hvar hin seinasti varð dripin í Føroyum. Skúvoyingar siga, hann varð fingin millum annan hellufugl á Gævukletti, stutt vestan fyri Sigmundarrók í [[Skúvoy]]. Siður var at býta hann móti 3 [[Lomvigi|lomvigum]], hesa ferðina býttu teir hann móti 6, tí hann var so sjáldsamur. Kirkjubøkingar siga, at seinasti varð tikin á Boðbergstanga í [[Trøllhøvdi|Trøllhøvda]], eina ferð teir vóru eftir hellufugli. Báðir geva upp somu tíð »um 1820«. Uppskrivað er, at ein varð fingin í [[Stóra Dímun|Stóru Dímun]] 1. juli 1808.<ref>Mikkjal á Ryggi, ''Fuglabókin, Dýralæra II. 1951''</ref>.