Munurin millum rættingarnar hjá "Óli Jógvansson"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
'''Óli Jógvansson''' úr [[Tórshavn|Havn]] er ein føroyskur tónleikari, tónasmiður og tónleikaframleiðari. Saman við [[Bárður Háberg]] eigur og rekur hann tónleika fyritøkuna [[Baroli Music]], sum framleiðir tónleik til popp sangarar frá ymiskum londum kring heimin. Teir stovnaðu fyritøkuna í 2006 og higartil (2012) eru fleiri av løgum teirra komin á hittlistarnar í eitt nú Japan, Korea, Teivan, Hollandi og USA. Teir hava eitt nú gjørt løg til sangir, sum Disney sjónleikarinnan [[Stefanie Scott]] syngur, hon er m.a. kend frá sjónvarpsrøðini A.N.T. Farm á Disney Channel. Sangurin eitur FYI og kom út á iTunes hin 18. september 2012.<ref>[http://planet.fo/grein/foroyingar_eiga_nytt_hitt_hja_disneystjrnu Portal.fo, Føroyingar eiga nýtt hitt hjá Disneystjørnu]</ref> Teir hava eisini skrivað lag til [[Niðurlond|niðurlendsku]] [[Iris Kroes]], sum vann hollendsku sjónvarps sangkappingina The Voice of Holland í januar 2012, [[Japan|japonsku]] [[Koda Kumi]], [[Suðurkorea]]nska gentu poppbólkin [[ChoColat]] og [[brasil]]sku [[Wanessa]].
 
== Tónleikaútgávur ==
 
Nakrir av sangunum og løgunum, ið Óli Jógvansson hevur skrivað ella verið við til at skriva og/ella komponera:
* 2015: "Forever Gone" vann bólkin fyri instruemtalan tónleik á "The UK Songwriting Contest 2015" (tónaskald)<ref name="songwritingcontest">{{cite web|url=http://www.songwritingcontest.co.uk/2015-results.html|title=2015 Results - WINNERS AND FINALISTS BY CATEGORY|publisher=The UK Songwriting Contest|accessdate=15 January 2016}}</ref>
* 2015: ''It'' frá útgávuni "Genic" eftir Namie Amuro
* 2015: Komponeraði ''Forever Gone'', eitt staklag framført av guitarleikaranum [[Ólavur Jakobsen]]
* 2014: ''Voyage'' vann bólkin fyri instruemtalan tónleik á Songoftheyear.com <ref>[http://www.songoftheyear.com/winners_2014d.htm Songoftheyeat.com]</ref>(tónaskald)
* 2014: ''I Don't Wanna Let You Go'' staklag sungið av songkvinnuni [[Stefanie Scott]]
* 2013: Eyðkennislag til Disney Channel røðina [[Liv and Maddie]] (samskrivað/framleitt).<ref>[http://www.imdb.com/title/tt2794380/fullcredits?ref_=tt_ov_st_sm imdb.com, Liv and Maddie (2013– ) Full Cast & Crew]</ref> Ein heil útgáva av sanginum við heitinum "Better in Stereo" varð eisini útgivin. Tónleikavideolagið var útgivið á VEVO YouTube kanalina hjá Disney (37 milliónir sýningar í oktober 2015) og spælt á Disney Channel í umleið 3 mánaðir. Sangurin bleiv nummar 4 á US "Soundtrack" iTunes hittlistanum og var nummar 1 á "Kid Digital" Billboard hittlistanum í 3 fylgjandi vikur (sangurin lá samanlagt 23 vikur á tí hittlistanum pr. 1. apríl 2014).
*2013: ''Future Sounds like us'' frá útgávuni ''[[Shake It Up: I Love Dance]]'', skrivaður saman við [[Bárður Háberg]], Michelle Lewis og Heidi Rojas. Framført av [[Dove Cameron]].<ref>[http://www.allmusic.com/album/shake-it-up-i-lt-3-dance-mw0002469507 allmusic.com, Various Artists, Shake It Up: I <3 Dance, Review by Heather Phares]</ref>
* 2012: A New Low - [[Iris Kroes]], ið var vinnari av [[The Voice of Holland]] í 2012
* 2012: ''FYI'' staklag til songkvinnuna [[Stefanie Scott]]
* 2012: ''Can't Break What's Broken'' frá útgávuni Loving This Day, sungið av [[Jessica Clemmons]]<ref>[http://www.allmusic.com/album/loving-this-day-mw0002373282 allmusic.com, Jessica Clemmons, Loving This Day]</ref>
* 2011: ''Girl I Used To Know'' staklag til songkvinnuna [[Stefanie Scott]]
* 2011: ''High'' - samhøvundur. Á Brazil Top 10 album [[DNA (Wanessa album)|DNA]] við brasilsku songkvinnuni [[Wanessa]], útgivið í juli 2011 av [[Sony Music Entertainment]].
* 2011: ''Voglio Star Con Te'' staklag til italska boyband ''Studio 3''
* 2011: ''Let's Fly Away'' - ''No Me Without You'' - ''Nothing I Won't Do'' til kinesiska sangaran Ruhan á útgávuni ''Time To Grow''
 
== Keldur ==
{{Reflist}}
<references/>
 
== Slóðir úteftir ==